Stigatalvan segði, at gestirnir vóru favorittar, tá ið teir næstbestu hjá B36 í kvøld á Tórsvølli høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.
Eftir fýra umfør var NSÍ næstfremst við 10 stigum, og B36 var á sjeynda plássi við fimm stigum.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var 1-0 til B36, sum við sigrinum leyp bukk um AB, B71 og Víking, og nú er tvey stig aftanfyri NSÍ, sum framvegis er næstfremst við 10 stigum.
Tað var farið av vanligu leiktíð í fyrra hálvleiki, tá ið B36 skoraði sigursmálið. Uppspælið var í vinstru, og vongverjin í vinstru, Fríði á Borg, átti innleggið. Eftir eitt sindur av aftur og fram varð bólturin spældur til handara stólpa, har vongverjin í høgru, Markus Hellisdal, var leysur og sendi bóltin í málið.
Talan var um javna uppgerð. B36 hevði aftarlaga á vøllinum fokus á verjuspælinum, og í fyrra hálvleiki var NSÍ onkra ferðina í góðum støðum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Róa Mørk Hentze, sum var sera stinnur í B36 málinum.
Hjá NSÍ kom Jørgen Nielsen ikki á vøllin eftir steðgin, tí hann verður á dómaraseðlinum í morgin, tá ið besta NSÍ liðið fer at spæla ímóti ÍF.