Bátafestivalurin er útsettur

– Vit vilja hava ein góðan og hugnaligan bátafestival og tað er ikki møguligt, nú korona ger um seg í Føroyum.

Bátafelagið á Toftum, ið skipar fyri Bátafestivalinum, hevur valt at útseta Bátafestivalin til 20. juni. Tað er fyri at taka atlit fyri COVID-19.

– Vit vilja hava ein góðan og hugnaligan bátafestival og tað er ikki møguligt, nú korona ger um seg í Føroyum. Vit vilja fylgja ráðunum frá mynduleikunum og at samla túsund fólk á Bátafestivali á Toftum, er ikki rætt at gera í løtuni, siga fyrireikararnir.

Nes Kommuna, sum skipar fyri Várdøgunum vikuna undan Bátafestivalinum, hevur eisini valt at útseta øll teirra tiltøk.

– Bátafelagið á Toftum og Nes Kommuna koma vónandi at skipa fyri ymiskum tiltøkum undan Bátafestivalinum 20. juni. Vit fylgja gongdini við korona-smittuni, og kunning kemur komandi tíðina um, hvat verður á skránni til Bátafestivalin á Toftum og til Várdagarnar hjá Nes Kommunu, siga fyrireikararnir.