Bøta um ferðslutrygd í deyðsfellu í Vágum

Vegurin ígjøgnum bygdina í Miðvági hevur verið karmurin um nógvar sorgarleikir, men nú verða titøk sett í verk fyri bøta um ferðslutrygdina á øllum strekkinum úr Sandavági heilt til Miðvágs

Vegastrekkið ígjøgnum Miðvág er ein hin herviligasta deyðsfellan í øllum landinum. Higartil hevur hetta vegastrekkið kravt fleiri mannalív. Harafturat eru ferðsluóhapp at kalla dagligur kostur á hesum vegnum.

Men nú verða munagóð tiltøk sett í verk fyri at bøta um ferðslutrygdina á øllum vegastrekkinum. Í hesum sambandi verður nú ein ferðslutrygdarætlan gjørt, sum fevnir um vegin frá bygdarmarkinum eystanfyri Sandavág og heilt til bygdarmarkið vestanfyri Miðvág. Tað merkir, at landsvegurin ímillum Sandavág og Miðvág er eisini umfataður av hesi ferðslutrygdarætlanini.

Tað eru Sandavágs Kommuna, Miðvágs Kommuna og Landsverk, ið samstarva um hesa trygdarætlanina og tilsamans er arbeiði, ið skal gerast, mett at kosta ímillum tvær og hálvatriðju millión.

Ætlanin er, at kostnaðurin fyri at seta ferðslutrygdarætlanina í verk, skal býtast javnt ímillum tær báðar kommunurnar og Landsverk.

Í hesum sambandi samtykti Bygdaráðið í Miðvági í gjárkvøldið einmælt at seta 800.000 krónur av til ætlanina á fíggjarætlanini fyri næsta ár.

Vit hava fingið upplýst, at mánakvøldið samtykti Sandavágs Bygdaráð tað sama.

- Nú bíða vit so í spenningi eftir um Landsverk ella Løgtingið eisini fara at játta sín part, so at ætlanin kann setast í verk, sigur Napolion Magnussen, borgarstjóri í Miðvági.


Ein deyðsfella

Tað slepst ikki uttanum, at vegurin ígjøgnum Miðvág er ein hin størsta deyðsfellan í landinum.

Minst sjey fólk hava latið lív í ferðsluni á hesum vesgastrekkinum og harumframt eru óteljandi størri og minni ferðsluhóapp hend á hesum fáu hundrað metrunum.

- Ein uppgerð frá løgregluni vísir, at bara síðstu fimm árini hevur løgreglan fingið fráboðan um eini 60 ferðsluóhapp á hesum vegastrekkinum, sigur borgarstjórin í Miðvági.

Hann leggur afturat, at ein teljing hjá Landsverki vísir, í miðal koyrir meiri enn ein bilur ígjøgnum Miðvág hvønn minutt.

Tað merkir, at einir 3200 bilar koyra ígjøgnum bygdina um samdøgurið.

Samstundis vísa mátingar, at miðalferðin hjá bilunum er omanfyri 60 kilometrar um tíman, har tað annars bert er loyvt at koyra 50.

- Tað er ein vanligur trupulleiki, at bilar koyra nógv skjótari enn teir hava loyvi til, tí vegurin er so góður, leggur borgarstjórin afturat.

Alt hetta hevur ført við sær, at miðvingar hava verið ógvuliga ótrygg og tað er ikki langt síðani, at foreldur vóru alment frammi og søgdu, at tey tordu nóg illa at lata børnini sleppa út at spæla.

- Tað hevur okkara allar størsta áhuga at fáa bøtt um viðurskiftini á vegnum ígjøgnum Miðvág, sigur Napolion Magnussen

Hann sigur, at eisini undanfarna bygdaráð royndi at fáa bøtt um viðurskiftini og somuleiðis bygdaráðið undan tí.

Orsøkin til, at onki er hent, er ein tvídráttur ímillum kommununa og Landsverk um, hvør eigur ábyrgdina.

Landsverk hevur boðað frá, at talan er um veg hjá kommununi og at tað vóru støð í Føroyum, har støðan er verri enn í Miðvági.

Hinvegin hevur bygdaráðið víst á, at ferðslan ígjøgnum bygdina hevur í nógv mesta mun samband við flogvøllin, sum er landsmál burturav.

Soleiðis kom naggatódn í málið og tað endaði við, at Sandavágs og Miðvágs Kommuna gjørdu av at taka málið í egnar hendur og gera eina ferðslutrygdarætlan, sum umfataði báðar bygdirnar.

Napolion Magnussen sigur, at síðani hevur eisini Landsverk víst áhuga at vera við í eini felags ætlan og úrslitið er so tann felags ætlanin, sum liggur á borðinum í dag og sum teir tríggir partarnir betala hvør sín triðing av.

Ein bólkur við einum umboði fyri Sandavág, einum umboði fyri Miðvág, einum umboði fyri Landsverk og einum umboði fyri løregluna arbeiða nú við at stinga út í kortið, hvørju tiltøk skulu setast í verk fyri at tálma ferðsluna.

Og eftir ætlan skal eitt projekt verða liðugt fyri jól, so at arbeiðið kann gerast næsta ár.


Tálma ferðsluna

Høvuðsendamálið við ferðslutrygdarætlanini er sjálvsagt at tálma ferðina hjá bilunum, ið koyra ígjøgnum strekkið.

Sostatt fer trygdarætlanin at fevna um alt vegastrekki frá 50 kilometra markinum eystanfyri Sandavág til 80 kilometra markið vestanfyri Miðvág.

Samstundis skal ætlanin fevna um skúlavegin í sambandi við stóra Oyggjarskúlan á Giljanesi, so at eisini skúlavegurin verður tryggari.

Hvørji tiltøk verða sett í verk, er ikki heilt greitt enn, men tað liggur nokk so fast, at á landsvegnum ímillum Sandavág og Miðvág fer hereftir einans at verða loyvt at koyra 60, har tað annars nú er loyvt at koyra 80.

Annars verður ferðin væntandi tálmað við serligum strípum, oyggjum og øðrum tiltøkum, sigur borgarstjórin í Miðvági.


MYND:


Á hesum vegastrekkinum i Miðvági hava nógv fólk latið lív í ferðsluni, men nú verða ítøkilig stig tikin til at bøta um ferðslutrygdina. Hetta er ein ætlan, sum fevnir bæði um Sandavág og Miðvág og um landsvegin ímillum báðar bygdirnar. Samstundis skulu tiltøk setast í verk fyri at gera skúlavegin í sambandi við skúlan í Giljanesi tryggari