Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum hevur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, hildið fyrilestur undir heitinum » Fíggjarpolitikkurin má aftur á beint nú«. Hóast fíggjarkreppu, hava vit gott útgangsstøði, við lítlari skuld, bæði almennt og privar. Og so hevur almenni sektorurin verið við til at stuðla upp undir alla tíðina. ALS rindar meiri út, tá tíðirnar eru ringar, so tað almenna er við til at javna út ringu tíðirnar.
Hinvegin hevur gongdin seinastu árini verið skeiv, og almenni sektorurin er øktur eini 80% síðani 2000. Danir hava hinvegin megnað at hildi aftur so almennu lønarútreiðslurnar eru minni enn inntøkurnar.
Tað er ikki bert kreppan, ið gevur undirskotið. Búskaparfrøðingar eru ikki á einummáli um, hvussu stóran mun hon ger, men Thomas Dam metir, at um helvtin er á einari góðari leið. Hann vísti á, at góðu árini 2006 og 07 høvdu vit bert eitt yvirskot á 150 milliónir, sum er alt ov lítið.
Tað er eingin vanlukka at hava undirskot á fíggjarlógini, men vit mugu hava yvirskot og undirskot, ið hanga saman yvir tíðina, og tað hava vit ikki havt.
Somuleiðis ráddi hann frá at økja um almennu tænsturnar, tá tíðirnar eru góðar, tí tað er ógjørligt at taka tær av aftur, tá tíðirnar versna.
Vit liggja ógvuliga høgt í almennum útreiðslum í mun til londini rundan um okkum. Skattatrýstið í Føroyum lægri enn í Danmark og Svøríki, men hægri enn í Noregi og Íslandi. Marginalskatturin í Føroyum ógvuliga høgur.
Formaðurin í Búskaparráðnum legði eisini dent á, at vit hava eina serliga stóra avbjóðing, tá vit vilja veita tænastur, tí vit eru ikki størri enn ein lítil danskur provinsbýur.