Búskaparfrágreiðing várið 2001

Búskaparráðið er sett sambært løgtingslóg nr.120 við seinni broytingum um búskaparráð. Tað ráðið, sum nú situr, er sett at virka frá 1. januar 2000 til 31. desember 2002. Limir ráðsins eru:

 

Búskaparráðið juni 2001


Búskaparráðið er sett sambært løgtingslóg nr.120 við seinni broytingum um búskaparráð. Tað ráðið, sum nú situr, er sett at virka frá 1. januar 2000 til 31. desember 2002. Limir ráðsins eru:


Vald eftir grein 2a. (formansskapurin):

Hermann Oskarsson, cand. polit, stjóri á Hagstovu Føroya, formaður

John P. Danielsen, cand. polit., fíggjarstjóri á SEV

Una Joensen, cand. oecon., Føroya Tele


Vald eftir grein 2b:

Marner Jacobsen, cand. oecon., forstjóri í Føroya Sparikassa

Anfinn Olsen, reiðari

Anna Kass, M.Sc. í búsk., fíggjarfulltrúi í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum

Elisabeth Gaardbo, siviløkonom, stjóri í ALS


Skrivari hjá ráðnum er Jóannes Jacobsen, cand. oecon.

Búskapurin várið 2001

Frágreiðingin er í tveimum pørtum. Í fyrra parti verða nýggjastu búskaparligu hagtølini gjøgnumgingin við atliti til konjukturgongdina. Í seinna parti vera nøkur búskaparlig fyribrigdi viðgjørd við atliti til kjakið um gongdina í lønunum og nógv umtalaða kappingarførinum.

Samandráttur

ß Framvegis er stórur búskaparligur vøkstur. Enn heldur Búskaparráðið vøksturin yvirhøvur vera væl grundaðan og at almenni búskaparpolitikkurin ikki skundar ov mikið undir vøksturin. Tó sýnist tað, sum átti tað almenna at tátta í samanløgdu byggiíløgurnar hjá kommunum, landi og almennum fyritøkum, sum saman við privata byggihuginum er í ferð við at uppbrúka útboðið í byggivinnuni. Er búskaparvøksturin eina grundaður á góðan byr í veiðu og fiskaprísum og álitið hjá brúkarum og investorum á framtíðarútlitini, er lítið at óttast fyri. Men kortini skulu tað almenna, fyritøkurnar og brúkararnir ikki hava ov mikið bjartar vónir um framtíðina, tí ov vágin atburður kann koma okkum aftur um brekku seinni.

ß Fyrst og fremst eru tað støðugi fiskiskapurin og avbera góðu fiskaprísirnir, sum seta ferð á inntøkuvøksturin. Høgu útflutningsinntøkurnar skapa rúm fyri økta innflutninginum, sum stendst av inntøkuvøkstrinum. Haraftrat kemur øktur innlendskur eftirspurningur, bæði til nýtslu og íløgur, sum eisini er við til sjálvstøðugt at seta ferð á vøksturin.

ß Hallið á handilsjavnanum í fjør var ikki annað enn væntandi, tí at skipainnflutningurin øktist munandi, og útlit eru helst til, at økti íløguhugurin fer at síggjast aftur sum handilsjavnahall nøkur av komandi árunum. Handilsjavnahallið er kortini einki at óttast, um íløgurnar eru grundaðar á, at tær kunnu bera seg undir marknaðarligum korum.

ß Búskapurin er einstáttaður og tí sera viðbrekin. Broytingar í altjóða marknaðarviðurskiftum ella fiskiskapi kunnu geva okkum stórar trupulleikar. Prísfall á rækjumarknaðinum, støðugt høgir oljuprísir, viknaðir fiskastovnar, eitt nú hýsa og svartkjaftur, sjúkur í alifiski - slíkar hendingar kunnu fáa álvarslig árin á búskaparligu gongdina. Ov intensivur fiskiskapur, óhapp ella óansni í alingini, altjóða marknaðarbroytingar og tilvildarlig náttúrlig fyribrigdi kunnu raka ein so lítlan og einstáttaðan búskap sum okkara sera meint. Hetta ger, at skilagóð skipan av marknaðunum og eftirlit við at vinnureglurnar verða hildnar, eru alt meira átroðkandi, fyri at tryggja at vit ikki sjálvi skapa trupulleikarnar.

Tað eru tvinni serlig viðurskifti, Búskaparráðið hesu ferð vil leggja dent á. Annað er meting um kappingarførið, sum verður umtalað í seinna parti av frágrieðingini. Hitt er at okkum manglar tær mest vanligu hagtalsligu uppgerðirnar av búskapinum til at byggja hollar búskaparlýsingar á.

ß At miðal mánaðarliga lønarútgjaldingin upp á fólkið í ali- og kryvjivirkjum og á flakavirkjum er vaksin eins nógv ella meira enn í flestu øðrum vinnum, er tekin um, at virkisbúskaparliga kappingarførið hjá virkjum í útflutningsvinnuni hevur verið á góðari leið. Støðugt høgu avreiðingarprísirnir eru somuleiðis tekin um, at virkini megna at standa seg undir hesum treytunum eisini. Eftir øllum at døma eru flakavirkini komin væl ígjøgnum tillagingina til høgu fiskaprísirnar og skipanina við kapping á fiskamarknaðinum. Somuleiðis sær út til at ali- og kryvjivirkini eru før fyri at kappast á heimsmarknaðinum undir teimum treytum, sum føroyskt lønarlag setir.

ß Tað er ikki rætt at seta tiltøk í verk fyri at verja hesar partarnar av útflutningsvinnuni, tí slík tiltøk verða meira skaðilig enn gagnlig. Er búskaparliga gongdin annars grundað á skilagóð viðurskifti, eigur virkingarliðið í útflutningsvinnuni at klára seg í kapping við aðrar vinnur um arbeiðsmegi, kapital og tilfeingið annars. Tað er produktiviteturin í øllum vinnum, sum er avgerandi fyri vælstandin hjá brúkarunum, ikki virkisbúskaparliga kappingarførið hjá útflutningsvinnuni.

ß At vit ikki hava tað stóru nøgdina av liðugt framleiddum vørum og ikki síggja tann stóra vøksturin í tí framleiðsluni, vísir helst, at komparativu fyrimunirnir vit hava, er rávøruframleiðsla og framleiðsla av ávegis virkaðum vørum til ídnað í øðrum londum.

ß Vaksandi eftirspurningurin kann føra til inflasjón, tá innlendska útboðið ikki megnar at fylgja við. Strukturtrupulleikarnir, Búskaparráðið áður hevur víst á, kunnu gera støðuna upp aftur verri. Her verður t.d. hugsað um samdøgursfrádráttin fyri at fara av landinum at arbeiða, sum minkar um útboðið av arbeiðsmegi innanlands, frítøka fyri MVG í eitt nú byggivinnuni, sum í ein ávísan mun lækkar prísin og tessvegna økir eftirspurningin, skattalættin til fiskimenn og kostnaðarleys fiskirættindi, sum skapa størri eftirspurning frá hesum pørtum. At rætta hesar skeivleikar hevði bøtt um aktuellu støðuna, samstundis sum tað yvirhøvur er gagnligt fyri búskapin sum heild.

ß Við teimum metingartólum vit í dag hava, er álitið á konjukturanalysurnar tó ikki av tí besta. Vit hava ikki nóg góð líkindi at meta um prísgongdina, m.a. tí at enn er nýggja prístalið ikki farið at virka. Av hesi orsøk vita vit ikki um órógvandi inflasjón er farin at gera seg galdandi á nøkrum økjum. Vit hava ikki álítandi tjóðarroknskap og heldur ikki álítandi gjaldsjavnauppgerð at byggja metingarnar um heildargongdina á. Av hesum stendst, at vit í veruleikanum ikki hava nóg góða vitan um, hvussu búskaparvøksturin av sonnum er, hvussu íløgugongdin er, ella hvussu viðskifti okkara við umheimin hilnast. Hetta mugu myndugleikarnir fáa loyst, so at vitanin um búskaparligu gongdina kann gerast nóg álítandi til at gera haldgóðar metingar og - grundað á vitanina og metingarnar ? byggja búskaparpolitikkin á.


Búskapargongdin



Fiskiskapur

Í hagtølunum sæst, at fiskiskapurin frá mars 2000 til februar 2001 var væl betur enn 12 mánaða skeiðið frammanundan. Serliga fiskiskapurin eftir toski og upsa hevur verið góður, meðan hýsafiskiskapurin er nærum óbroyttur. Tað sæst eisini í tølunum, at tað eru mánaðirnir mai til august, sum vóru serliga góðir í fjør.

Føroysk skip avreiddu 22.799 tons av toski til føroyskar fiskakeyparar tíðarskeiðið mars 2000 til februar 2001, móti 17.136 tonsum 12 mánaða skeiðið undan. Hýsufiskiskapurin stóð nærum í stað, við tað at avreidd vórðu 14.166 tons av hýsu, móti 13.954 tonsum skeiðið frammanundan. Upsafiskiskapurin vaks úr 29.937 tonsum upp í 35.940 tons.

Av skipabólkunum eru tað serliga lemmatrolararnir og partrolararnir, sum hava havt munandi betur fiskiskap enn í 1999. Lemmatrolararnir, sum komu inn í fiskidagaskipanina í 2000, fóru frá eini veiðu upp á 23.870 tons til eina veiðu upp á 32.181 tons, og má hetta sigast at vera ein rættiliga stórur vøkstur. Partrolararnir fóru frá 38.038 tonsum frá mars 1999 til februar 2000 til 45.366 tons skeiðið mars 2000 til bebruar 2001. Býtt á landspartar er lítil og eingin broyting, við tað at meginparturin av øktu nøgdini er seld um uppboðssøluskipanina. Í veruleikanum hevur uppboðssølan økt sín part av samlaðu veiðuni við meira enn vøkstrinum í veiðuni, so landspartarnir hava mist avreiðingarpartar til uppboðssøluna, ikki bara lutfalsliga, men eisini í absoluttum tølum.

Toskaprísirnir eru nú hækkaðir nakað aftur eftir at hava staðið nakað í stað í fjør. (Hetta sæst í talvu aftast í ritinum.) Til dømis var prísurin á tí stóra toskinum 28 krónur kilo í meðal í februar í ár, sum er næstan 6 krónur meira enn somu tíð í fjør. Upsaprísurin er harafturímóti á sama støði, sum hann hevur verið leingi, t.e. millum 5 og 6 krónur fyri kilo. Hýsuprísurin er fallin nakað síðan síðsta summar, men er nú støðugur á einum lutfalsliga høgum støði, sum er umleið 15 krónur fyri kilo av stórari hýsu. Yvirhøvur sær út sum at vøksturin í toskaprísi og hýsuprísi er ikki tann sami, sum hann hevur verið. Prísirnir vóru rættuliga støðugir í fjør, men fyrsta ársfjórðing í ár sær prísurin á toski út til at verða hækkaður nakað aftur, meðan hýsuprísurin heldur lækkar.

Mangt bendir á, at virkisbúskaparliga kappingarførið í fiskavirking er batnað árini síðani 1996. Ein av ábendingunum er at alt størri partur av toskinum og hýsuni verða avreidd í Føroyum, heldur enn avreidd uttanlands ella seld aftur óvirkað av landinum. Tað man tí loysa seg betri hjá fiskiførunum at lata einum føroyskum virki fiskin, enn at lata einum útlendskum virki fiskin, tí at prísurin, føroysk virki lata, í størri mun enn áður er kappingarførur.

Onnur ábendingin er júst tann, at prísmunurin, sum er á útflutta ísaða runda fiskinum (toskur og hýsa) og so avreidda fiskinum, er minni nú, enn hann hevur verið. Tá eru sammettir prísurin á tí fiskinum, sum er beinleiðis avreiddur til ein føroyskan fiskakeypara, og so prísurin á útflutta ísaða runda fiskinum. Munurin hevur verið rættuliga støðugur síðani 1997. Á toski hevur prísurin fyri tann partin, sum er útfluttur (avreiddur beinleiðis ella útfluttur óvirkaður), í miðal verið eini 10% hægri enn á tí partinum, sum er avreiddur í Føroyum. Á hýsu hevur munurin verið eini 20% í meðal.

Ein triðja ábendingin er, at meðal mánaðarliga útgjaldingin til arbeiðsfólk á flakavirkjum er økt í mun til útgjaldingar í øðrum vinnum. T.d. er munurin millum meðal mánaðarliga útgjaldið í flakavinnu og handilsvinnu minkaður burtur í einki, og vøksturin í mánaðarútgjaldinum til hvørt arbeiðsfólk í flakavinnuni hevur seinastu tvey árini verið tann sami sum í byggivinnuni. Síðan ársbyrjan 1995 er vøksturin í miðal mánaðarútgjaldi upp á fólkið størst í ali- og kryvjivirkjum og í flakavinnuni.

Vøksturin í mánaðarligari lønargjalding upp á fólkið í flakavinnuni, stendst vallað av at tímalønin á virkjunum er farin upp, men heldur av, at tað verða alt færri og færri parttíðarstørv í vinnuni. Men hetta er tá eitt tekin um, at virksemið er betri skipað, eins og tøkniligur framburður eisini hevur verið, so at arbeiðsstyrkin er bæði støðugari og helst eisini meira produktiv.

Tøl frá Fiskavirkisskipanini vísa somu gongd. Fiskavirkisskipanin er skipan undir Arbeiðsloysisskipanini, ið heimilar starvsfólkum á fiskavirkjum at fáa arbeiðsloysisstuðul í sambandi við manglandi arbeiði á virkjunum, ið stendst av tørvandi feskari rávøru ella líknandi umstøðum.

Teir fyrstu fýra mánaðirnar av 2001 er í kr. útgoldið 67 prosent minni enn fyri sama tíðarskeið árið fyri. Tal av útgjaldingum, ið eru fjúrtanda hvønn dag, eru sama tíðarskeið falnar við 54 prosentum í mun til somu fýra mánaðir av 2000. Somuleiðis sæst, at samstundis sum samlaða útgjaldið og samlaða talið av móttakarum er fallið munandi, er meðalútgjaldið pr. persón, hjá teimum sum fáa arbeiðsloysisstuðul, samstundis fallið við umleið 28 prosentum.

Orsøkirnar til hesa gongd kunnu vera fleiri. Tann mest hugaliga orsøkin er sjálvandi, at føroysk virki eru betri fyri í kappingini um fiskin, og tað er helst eisini meginorsøkin. Skipanin við fiskamarknaði hevur økt kappingina um fiskin, og hevur tað uttan iva effektiviserað sjálva fiskavirkingina og sum frá leið styrkt um effektivitetin í fiskaframleiðslu yvirhøvur. Tað er ein fyrimunur fyri virkini, dagliga at kunna keypa akkurát ta rávøruna teimum tørvar, heldur enn heilar lastir av ymsum sløgum og støddum.

Kravið um at ein ávísur partur skal avreiðast í Føroyum, kann eisini hava havt eina vissa ávirkan, tí tað ger útflutningin av óvirkaðum fiski dýrari, enn um hann kundi verið keyptur beinleiðis frá bátinum ella kundi verið landaður beinleiðis til útlendskan keypara.


Løngjaldingar

Samlaðu løngjaldingarnar øktust 10%, úr 4.435 milliónum í 1999 til 4.877 milliónir krónur í 2000.

Í fiskiskapi øktust løngjaldingarnar 11% millum 12 mánaðarskeiðið juni til mei 1999/2000 og 2000/2001. Millum hesi somu skeið var vøksturin í lønargjaldingum í aling og flakavirkjum 9%, harav 14% í aling og 7% í flakavirkjum.

Næsti høvuðsbólkurin, nevndur heimamarknaðarframleiðsla, sum umfatar bygging, flutning og aðrar heimamarknaðarvinnur øktust løngjaldingarnar við 9 prosentum millum 12 mánaðarskeiðið juni til mei 1999/2000 og sama skeið 2000/2001. Í hesum bólkinum er tað m.a. vinnuligar tænastur, har vøksturin var 17 prosent, bygging við vøkstri upp á 12 prosent og annað framleiðsluvirksemi við vøkstri upp á 18 prosent. Gistingarhús og matstovur, og fígging og trygging eru bólkar, ið draga niður í hesum høvuðsbólki við vøkstri upp á ávikavist 6 og 1 prosent.

Síðsti høvuðsbólkurin er almennar tænastur. Her eru løngjaldingarnar øktar við 8 prosentum

juni-mei

1999 2000 %broyt 99/00 00/01 %broyt

Landbúnaður 5 6 17 6 6 4

Fiskiskapur 751 829 10 789 878 11

Ali- og kryvjivirki 111 125 12 119 135 14

Ráevnisvinna 11 13 18 12 14 23

Fiskavøruídnaður 309 346 12 327 348 7

Skipasmiðjur, smiðjur 93 108 16 100 115 15

Annað framleiðsluvirksemi 147 178 21 158 187 18

Bygging 219 265 21 242 270 12

Orku- og vatnveiting 37 40 7 38 40 3

Handil og umvæling 428 460 7 445 478 7

Gistihús og matstovuvirki 46 52 13 49 52 6

Sjóflutningur 165 181 10 176 190 8

Flutningur annars 84 96 14 92 102 11

Postur og fjarskifti 126 132 5 130 138 7

Fígging og trygging 222 239 8 239 242 1

Vinnuligar tænastur 111 132 18 120 140 17

Húshaldstænastur 26 28 10 27 29 9

Almenn fyrisiting v.m. 668 748 12 709 772 9

Undirvísing 238 231 -3 231 249 8

Heilsu- og almannaverk 523 555 6 539 569 6

Felagsskapir, mentan o.a. 91 83 -9 88 92 5

Ótilskilað v.m. 23 31 36 26 34 29


Tilsamans 4.435 4.877 10 4.660 5.081 9


Fiskiskapur 751 829 10 789 878 11

Aling og fiskavirking 420 470 12 445 484 9

Heimaframleiðsla 1.720 1.929 12 1.833 2.003 9

Almennar lønir 1.543 1.648 7 1.592 1.716 8



Arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið minkar framvegis, og er nú komið niður á 2 prosent, tá talan er um tey, sum fáa vanligan arbeiðsloysisstuðul. Tøl fyri sama tíðarskeið seinasta ár vístu eitt arbeiðsloysi uppá 3 prosent. Í tølum er talan um eitt fall úr umleið 750 fólkum niður á umleið 570 fólk. Væntast má, at meira trupult verður at fáa arbeiðsloysið nógv longur niður. (Sí annars gongdina í arbeiðsloysistølunum aftast í ritinum).

Av teimum arbeiðsleysu eru 67 prosent kvinnur og 33 prosent menn. Hetta býtið hevur verið rættuliga støðugt í longri tíð. Tó soleiðis at lutfalsliga fleiri menn eru arbeiðsleysir á vetrartíð enn um summarið.

21 prosent av teimum arbeiðsleysu eru undir 30 ár. Í mai 2000 var hesin aldursbólkur umleið 26 prosent av teimum arbeiðsleysu. Hinvegin eru 39 prosent av teimum arbeiðsleysu omanfyri 50 ár, og fyri einum ári síðan var hesin aldursbólkur 34 prosent av arbeiðsloysinum. Samanumtikið kann sigast, at tey omanfyri 50 ár gerast ein alt størri partur av tí samlaða arbeiðsloysinum.

Í stóran mun eru tey arbeiðsleysu bert arbeiðsleys í styttri tíð, ofta í sambandi við skifti frá einum arbeiði til tað næsta. Í talvu aftast í ritinum sæst gongdin í meðallongdini á arbeiðsloysinum. (Her verður lýst hvussu nógvar dagar tey arbeiðsleysu í meðal hava verið arbeiðsleys). Talan er um eitt generelt fall í tíðarskeiðnum frá ársenda 1995, tó við ávísum sveiggjum. Í talvuni sæst, at meðaltalið er vaksið nakað hetta árið. Sama rák hevur verið undanfarin ár, men kortini ikki so týðuligt. Vøksturin kemst av, at tað serliga eru tey, sum hava verið arbeiðsleys styttri tíðarskeið, sum aftur fáa arbeiði.

Tann sum hevur verið arbeiðsleysur í 798 dagar (ella umleið 3 ár og 2 mánaðir), innanfyri tað undanfarna 5 ára skeiðið, missir rættin til arbeiðsloysisstuðul fyri komandi 2 ára skeiðið. Í 1999 mistu umleið 100 persónar rættin til arbeiðsloysisstuðul. Í 2000 var talið umleið 60, og fram til miðjan juni 2001 er talið umleið 20.

Umleið 55 prosent av teimum arbeiðsleysu eru ikki skrásett at hava nakra útbúgving. Hjá kvinnunum er talið av teimum, sum onga útbúgving hava 59 prosent, og hjá monnunum 43 prosent. Størsti bólkurin av teimum, ið eru skrásett at hava onkra útbúgving, eru fólk við miðnámsútbúgving og útbúgving innan handil og kontór.

Seinastu tølini frá Almannastovuni yvir tey, sum fáa forsorg vegna arbeiðsloysi, vísa eitt arbeiðsloysisprosent uppá 1, og er hetta eitt tal uppá umleið 250 fólk.

Nú tað samlaða arbeiðsloysið er komið niður á umleið 3 prosent, eru óivað fløskuhálsar innan fleiri vinnur. Sum skilst á støðuni er tørvur á handverkarum, faklærdum fólki innan almennu umsitingina, á ófaklærdum á fiskavirkjum v.m. Ongi fullfíggjað hagtøl eru tó, ið kunnu stuðla undir hesa meting.


Innflutningur

Innflutningsvirðið øktist við 28 prosentum í fjør, ella við 23 prosentum, um skip og rávørur til fiskavirking verða undantikin. Hav- og landbúnaðarvinnurnar innfluttu fyri 298 milliónir krónur í 2000, tað er ein vøkstur upp á 13 prosent í mun til 1999. Alifóður stendur fyri meginpartinum av innflutninginum í hesum bólkinum, og vaks innflutningurin av alifóðri eisini við 13 prosentum í fjør.

Byggivinnan innflutti fyri 290 milliónir krónur í fjør, og er hetta 50 milliónir krónur ella 21 prosent meira enn í 1999. Aðrar framleiðsluvinnur innfluttu fyri 669 milliónir krónur í 2000, sum er ein vøkstur upp á 113 milliónir krónur ella 20 prosent.

Innflutningurin av brennievni øktist sera nógv í fjør. Vit innfluttu fyri 508 milliónir krónur av brennievni ella 92 prosent meira enn í 1999. Av hesum 508 milliónunum fór meginparturin, nevniliga 450 milliónir krónur, til innflutning av gassolju og brenniolju. Hóast ein partur av vøkstrinum stendst av øktum virksemi, er eingin ivi um, at høvuðsorsøkin til stóru økingina var sera høgi oljuprísurin og høga virðið á amerikanska dollaranum. Oljuprísurin hevur ligið rættiliga støðugur á umleið 27 dollarum fyri tunnuna síðani ársskiftið. Heldur oljuprísurin sær á hesum støði kunnu vit vænta at virðið á innflutningurin av oljuúrdráttum verður umleið tað sama sum í fjør.

Innflutt var fyri 406 milliónir krónur av maskinútgerð í fjør. Hetta er 23 prosent meira enn í 1999. Innflutningurin av bilum og øðrum flutningsførum stóð í stað í fjør. Vit innfluttu fyri 209 milliónir krónur ella fyri 1 millión meira í 2000 enn í 1999. Hetta er helst eitt tekin um, at bilasølan, sum stendur fyri størsta partinum av hesum vørubólkinum, er við at koma í eina náttúrliga legu, eftir at meginparturin av tí áður niðurslitna føroyska bilastovninum er blivin útskiftur seinastu árini.

Í 1999 vóru fiskiskip innflutt fyri yvir 400 milliónir krónur, og í fjør var innflutningurin yvir 600 milliónir. Bert einstøk teirra eru ætlað til fiskiskap undir Føroyum, so enn kann ikki sigast at vera komin gongd á íløgurnar í heimaflotan, men ítøkiligar ætlanir eru um íløgur í heimaflotan eisini, so væntast kann at innflutningurin av skipum ? nýbygningum sum gomlum skipum ? eisini fer at vera í ár og komandi árini, um fiskiskapurin og fiskaprísurin halda sær.

Nýtslan økist so líðandi. Innflutningurin til beinleiðis nýtslu øktist 12 prosent í fjør. Um vit meta at broytingar í løngjaldingunum í heimamarknaðarvinnunum eru eitt gott boð upp á, hvussu eftirspurningurin eftir heimamarknaðarvørum broytist, øktist beinleiðis nýtslan av heimamarknaðarvørum gott 10 prosent í fjør. Tað vil siga at nýtslan av innfluttum vørum og heimamarknaðarvørum øktist á leið líka nógv í fjør.


Útflutningur

Samlaði virðið á føroyska útflutninginum vaks 15 prosent í fjør í mun til 1999 úr 3.264 milliónum krónum upp í 3.755 milliónir krónur. Um útflutningurin av fiskiskipum ikki verður taldur við, var vøksturin 11 prosent. Ísaður og frystur fiskur fyri 479 milliónir krónur varð fluttur av landinum í fjør móti 446 milliónum krónum í 1999.

Størsti vørubólkurin er fryst og ísað fiskaflak. Føroyingar útfluttu fiskaflak fyri 1.232 milliónir krónur í 2000 og er hetta 198 milliónir krónur ella 19 prosent meira enn í 1999. Útflutningurin av saltfiski var í fjør upp á 545 milliónir krónur, ið er ein vøkstur upp á 21 prosent í mun til 1999, tá útflutningurin var 450 milliónir. Í hesum vørubólkinum er tað serliga saltaður toskur, sum hevur stóran týdning, við einum útflutningsvirði upp á 258 milliónir.

Útflutningurin av alifiski var eitt vet minni í virði í 2000 í mun til 1999. Útflutt vóru 27 túsund tons fyri 885 milliónir krónur í 2000 í mun til nærum 33 túsund tons fyri 885 milliónir krónur í 1999. Av tí at prísirnir vóru munandi betri í 2000, hevur minni nøgd givið nærum sama útflutningsvirði sum í 1999.


Handilsjavni og gjaldsjavni

Býtislutfallið í uttanlandshandlinum er batnað munandi seinastu árini. Serliga er tað prísurin á fiskaútflutninginum, sum gjørdi eitt rættuligt lop í 1997 og so aftur í 1998, og sum hevur hildið sær síðani tá, sum hevur havt týdning, tí prísurin á innflutningsvørum er ikki vaksin tilsvarandi vøksturin í útflutningsprísunum. Vegna batnaða býtislutfallið kunnu vit innflyta so mikið meira fyri hvørja eind vit útflyta. Hóast oljuprísurin tvífaldaðist í fjør, øktist prísirnir á fiskavørum so mikið, at býtislutfallið batnaði 1%.

Hallið á handilsjavnanum í 2000 var tó væntandi, tí samanlagdi innflutningurin økist væl meira enn útflutningurin. Samanlagdi útflutningurin øktist 15% í 2000, meðan innflutningurin øktist 28%. Myndin var nakað tann sama í 1999, tá útflutningurin øktist 12% meðan innflutningurin øktist 26%.

Væntandi er gjaldsjavnaavlopið minkað seinastu árini (Seinasti gjaldsjavnin, tann fyri 1997, vísti eitt avlop á leypandi postunum upp á 880 milliónir krónur). Avlopið á gjaldsjavnanum kann ikki halda fram, so at antin minka inntøkurnar av fremmandum gjaldoyra, til dømis um fiskaprísirnir fella, ella fara øktu inntøkurnar til nýtslu, íløgur og hvørt av sínum.

Núverandi gongdin ímóti einum minni gjaldsjavnaavlopi er fyri stóran part ein fylgja av stóru íløgunum í fiskiskip. Avlopið á gjaldsjavnanum seinastu árini hevur staðist av stórari uppsparing og lítlum íløgum í Føroyum. Ístaðin er uppsparingin farin í útlendsk virðisbrøv, sum er tað sama sum at gera íløgur uttanlands. Nú er privati sektorurin farin at síggja fyrimunir við at nýta uppsparingina til íløgur í Føroyum, heldur enn framhaldandi at nýta meginpartin av uppsparingini til at gera íløgur í útlendsk virðisbrøv. Tí er gjaldsjavnavlopið í minking. So leingi metingarnar, um hvørt uppsparingin skal fara til innlendskar ella útlendskar íløgur, verða gjørdar á marknaðarligum grundarlag, er eingin orsøk at leggja stórvegis í harav fylgjandi broytingarnar í gjaldsjavnanum.


Landskassin

Landskassin hevði í 2000 eitt rakstrar-, íløgu- og útlánsúrslit upp á umleið 602 milliónir krónur. Hetta er umleið 46 milliónir krónur minni enn í 1999, men framvegis stórt avlop, sum tað sømir seg í góðum tíðum.

Rakstrarútreiðslurnar øktust úr 1.839 milliónum krónum í 1999 upp í 2.120 milliónir krónur í fjør. Henda øking stóðst serliga av øktum løngjaldingum, umleið 95 milliónir, og øktar útreiðslur til keyp av vørum og tænastum, umleið 180 milliónir krónur. Rakstrarinntøkurnar øktust úr 398 milliónum krónum upp í 585 milliónir krónur, stórt sæð vegna øktar inntøkur frá sølu av vørum og tænastum. Nakað av hesum broytingum í rakstrarstøði koma av, at stovnar, sum hava ligið uttanfyri landskassaroknskapin, í fjør komu undir hann roknskaparliga ? eitt nú apoteksverkið, sum fær rakstrarinntøkurnar at hækka við nærum 60 milliónum.

Íløgurnar hjá Landskassanum øktust úr 135 milliónum upp í 174 milliónir krónur, tað er ein vøkstur upp á 48 prosent.

Veitingarútreiðslurnar minkaðu úr 1.737 milliónum krónum niður í 1.465 milliónir krónur, serliga vegna 330 milliónir krónur færri til stuðul til vinnur, sum tó er ein meira roknskapartekniskt fyribrigdi, tí nærum 400 milliónir krónur fleiri vórðu goldnar í effektivum veðhaldum í 1999 enn í 2000. Um vit ikki rokna hesi veðhald uppí, er lítil munur á veitingarútreiðslunum. Hinvegin øktust útreiðslurnar til veitingar til einstaklingar við næstan 80 milliónum krónum. Skatta- og veitingarinntøkurnar øktust úr 3.591 milliónum í 1999 til 3.766 milliónir krónur í fjør. Økingin stóðst serliga av eini øking í inntøkunum frá skattum og avgjøldum upp á 175 milliónir krónur.

Avlop á rakstar-, íløgu- og útlánsroknskapinum hjá landinum hevur eina stabiliserandi ávirkan, við tað at peningurin ikki kemur í umfar í samfelagnum, og á tann hátt tálmar aktivitetinum. Hóast búskapargongdin í sær sjálvari hevur stóra beinleiðis ávirkan á inntøkusíðuna í landskassaroknskapinum, og ávirkar soleiðis, um avlopið er stórt ella lítið, hevur tað eydnast Landsstýrinum at varðveita eitt rímuliga stórt avlop, sum eisini er neyðugt í hesum tíðum. Tað kundi lættliga verið farið í størri almenna nýtslu ella minkaðar almennar inntøkur, men samanumtikið má sigast, at tað hevur hepnast væl at halda avlopinum á hesum høga støði. Hóast tørvur er á at útbyggja almennar tænastur, so má støðið takast í búskaparliga heildarsamanhanginum ? eru tíðirnar so góðar, sum tær hava verið seinastu árini, eigur stórt avlop at vera hjá tí almenna.


Inflasjón og búskaparvøkstur

Konjukturmetingar uttan tøl fyri broytingar í kostnaðarstøði og búskaparvøkstri eru ikki so nógv verdar, tí hesir báðir indikatorarnir eru teir avgjørt týdningarmestu. Av tí at hagtølini eru so fá og so óviss, gerast stutttíðarmetingar sera óvissar og sera trupult er at hava meiningar um ferðina á búskapinum, og serliga um ferðin er ov lág ella høg. Við nýggja brúkaraprístalinum fæst helst betri mynd av inflasjónini. Men framvegis restar at fáa haldgóðan tjóðarroknskap, so at meting kann gerast av heildarbúskaparligu gongdini. Tað er óforsvarligt, at vit ikki hava mest vanligu uppgerðirnar av búskapinum, tí tá hava vit onga haldfasta ábending, um hvønn veg tað ber í búskapinum. Tá gjørd varð á sinni ein uppgerð av uttanlandsskuldini, var tað sum at vakna við kaldan dreym, og okkurt tílíkt kann so brádliga henda aftur, um myndugleikarnir ikki syrgja fyri at gjørdar verða álítandi uppgerðir av tjóðarroknskapinum.

Neyvar konjukturmetingar eru altíð torførar, men í Føroyum eru tær munandi torførari, tí hagtals-grundarlagið er vánaligari enn flestu aðrastaðni. Ikki ein gang tey mest grundleggjandi hagtølini, sum til dømis brúkaraprístal, bruttotjóðarúrtøka og gjaldsjavni, eru til taks. Hetta er ikki ein haldgóð støða.

Metingar um búskapargongdina og tilmæli um búskaparpolitik eiga tí heldur at byggja á væl grundaðar teoretiskar metingar av búskaparliga umhvørvinum. Tað hevur nógv størri týdning at kenna orsøkirnar til møguliga stórar príshækkingar, so til ber at rætta møguligar skeivar strukturar í búskapinum, enn at vita um inflatiónin er 4 ella 5 prosent. At siga at ein bilur koyrir við 100 kilometrum um tíman gevur onga ábending um, hvørt bilurin koyrir ov skjótt ella ov seint, uttan at eisini verður greitt frá, hvussu umstøðurnar at koyra eru.