Børnini syngja páskini inn

Aftur í ár verður skipað fyri serstakari barnasangløtu í Kunoyar kirkju skíriskvøld.

Í fjør varð ein líknandi gudstænasta hildin og var undirtøkan sera góð.
- Kirkjan var fullsett, og vóna vit, at aftur í ár verður líka góða undirtøka, siga stigtakararnir til hetta tiltakið.
Í ár verður tað barnaráðgevin hjá Heimamissónin Marjon Poulsen sum kemur at luttaka. Til eina slíka gudstænastu hoyrir nógvur sangur, eins og ung úr Vágum fara at  framføra eitt dramastykki.
Sangløtan, sum byrjar kl. 19:30 er fyri allar aldursbólkar.