VERKFALL
Verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag, sum nú hevur vart í góðar fýra dagar, hevur sum vera man óhepnar avleiðingar. Um alt landið royna foreldur hvør í sínum lagi dag um dag at finna loysnir, soleiðis at børnini hava onkran góðan meðan foreldrini noyðast til arbeiðis. Hetta í sjálvum sær er ein trupulleiki í nógvum heimum. Men verri er statt á serstovnum og døgnstovnum, har nógv børn hava sítt heim. Orsakað av verkfallinum eru pedagogarnir á eitt nú Barnaheiminum og Rókini sendir heim. Hetta merkir, at børnini, sum búgva á hesum heimum, eisini eru send heim. Á Rókini, sum er heim fyri atferðartrupul børn, starvast seks pedagogar, fimm teirra eru farnir heim og undantaksloyvi er givið einum pedagogi, soleiðis at eitt barn kann vera verðandi á stovninum. Á Barnaheiminum er sama skil. Eisini har eru seks pedagogar til arbeiðis. Ein er tænastumaður og tískil ikki í verkfalli, og undantaksloyvi er fingið til ein pedagog. Eisini har eru børn send heim.
Á hesum báðum stovnum eru avleiðingarnar av verkfallinum sera óhepnar, og leiðararnir báðir eru á einum máli um, at stovnarnir eiga at fáa undantaksloyvi til allar pedagogarnar, soleiðis at heimini kunnu verða tann tryggi karmurin fyri børnini, sum tey eiga at vera.
- Vit kunnu ikki taka okkum fult og heilt av øllum børnunum við tveimum starvsfólkum á vakt á skift alla tíðina. Tí hava vit sent børn heim. Við allari virðing fyri Pedagogfelagnum og fyri endamálinum við verkfallinum, loyvi eg mær kortini at undrast á, hví verkfallið skal raka børnini, sum hava brúk fyri tryggum kørmum her og nú. Myndugleikarnir síggja ikki, at verkfallið rakar børnini og bara tey. Tey rinda prísin og eingin annar. Heldur eigur verkfallið at raka myndugleikarnar onkusvegna, sigur Mirjam Johannesen, virkandi leiðari á Føroya Barnaheimi.
Barnaverndin ábyrgdina
Tað er Barnaverndin, sum tekur ábygd av børnunum við at senda tey á serstovnar, sum til dømis Barnaheimið og Rókina. Spurningurin er so, hvør hevur ábygdina av teimum, tá ið stovnarnir mugu senda tey heim vegna verkfall.
- Hetta er ein ógvuliga trupul spurningur, vit hava í grundini framvegis ábyrgdina og vit gera alt vit kunnu fyri, at børnini kunnu fara inn á stovnarnar aftur, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Barnaverndini í Havn.
Barnaverndin vil ikki blanda seg uppí verkfallið, men hevur fyri Pedagogfelagnum lýst tørvin hjá børnunum.
- Tá ið verkfallið er av, taka vit spurningin upp, soleiðis at henda støðan ikki endurtekur seg, tí slíkir stovnar mugu ikki steingja og børnini sendast heim.









