Børnini onga ábyrgd av at skapa lív á bygd

- Tað er fantastiskt at hava smáar skúlar, men teir eru dýrur og tí verður neyðugt at umskipa fólkaskúlan, segði Helena Dam á Neystabø, tá ið hon í morgun vitjaði í Sandvíkar skúla

- Tað kann aldrin verða ábyrgdin hjá børnunum at halda lívið í eini bygd.

Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.

Vit fingu eitt lítið orð á hana í skúlanum í Sandvík í morgun, nú hon er farin á rundferð í Suðuroy at vitja skúlar, søvn og annars aðrar stovnar, sum mentamálaráðið hevur ábyrgdina av.

Í dag og í morgin er Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, á rundferð í Suðuroy at vitja skúlar, bygdarsøvn og aðrar stovnar, sum mentamálaráðið hevur ábyrgdina av.

Fyrsta stopp var í skúlanum í Sandvík tíðliga í morgun, har lærarin og tvey av teimum trimum skúlabørnunum tóku ímóti.

Afturvið einum kaffimunni fekk landsstýriskvinna eina frágreiðing um skúlan og hon fekk eisini høvi til at skifta orð við børnini.

Eftir vitjanini í Sandvík, gekk leiðin í skúlan í Hvalba og síðani gekk leiðin bygd úr bygd suðureftir.

Endamálið við vitjanini er fyrst og fremst at geva landsstýriskvinnuni innlit í, hvussu skúlarnir í Suðuroy eru skipaðir, hvussu teir arbeiða og, hvussu fakligu umstøðurnar eru. Men endamálið er eisini at fáa eina meting av, hvørjir møguleikar eru at skipa fólkaskúlan í Suðuroy øðrvísi enn hann er í dag.

Í seinastuni hevur nógv verið um at niðurleggja fleiri av smáu bygdarskúlunum, er hendan vitjanin fyrsti liður í tí arbeiðnum?

- Enn ber ikki til at siga nakað um, hvørjar niðurstøðurnar vera.

Børnini onga ábyrgd

Men í hesum sambandi sipar landsstýriskvinnan eisini til, at nógv vilja tvíhalda um bygdarskúlan við teirri grundgeving, at verður skúlin niðurlagdur, doyr bygdin.

Men ta grundgevingina góðtekur landsstýriskvinnan ikki.

- Tað er ongantíð ábyrgdin hjá børnunum at halda lívið í eini bygd, sigur hon.

- Eina slíka ábyrgd kunnu vit ikki leggja á herðarnar á børnum, leggur hon afturat.

Hon staðfestir, at tað hinvegin er tað okkara fremsta skylda at tryggja børnini ein so góðan skúlagang sum gjørligt.

Samstundis staðfestir hon, at fíggjarliga tilfeingi er rættiliga avmarkað og at tað er ikki væntandi, at fólkaskúlin fær meiri pengar at ráða yvir.

- Tí verða vit noydd at fáa sum mest burtur úr pengunum, vit hava til taks og tað má eg gera mær nakrar metingar um, sigur hon

- Men fyri ikki at taka óumhugsaðar avgerðir, eri eg farin á hesa rundferðina at síggja skúlan við mínum egnu eygum og at fáa eina meting frá fólkinum á staðnum, leggur hon afturat.

Fantastiskt - men dýrt

Hon ásannar, at tað sjálvandi er fantastiskt at kunna hava smáar skúlar, men tað skerst ikki burtur, at tað er øgiliga dýrt.

Hon sigur, at tí er onki at ivast í, at fólkaskúlin skal umskipast næstu árini.

- Hetta skal ikki síggjast sum ein sparing, men sum ein roynd at menna fólkaskúlan sum best við teimum pengum, vit hava til taks.

Eitt eru teir smáu skúlarnar, men tað hevur eisini verið tosað um framhaldsdeildina. Vit hava tríggjar framhaldsdeildir í Suðuroy, heldur tú, at tað er hóskandi fyri eitt øki, sum Suðuroy?

- Tað fái eg ikki gjørt mær nakrar avgjørdar metingar um enn, men tað ljóðar ikki sum um at tað er skilagott at hava ov nógvar smáar eindir. Serliga tá ið vit koma í framhaldsdeildina eiga vit at kunna bjóða næmingunum eitt so stórt útboð av lærugreinum sum gjørligt. Men eru næmingarnir ov fáir ber tað ikki til, tí tá verður útboðið avmarkað, sigur Helena Dam á Neystabø.

MYND AV HELENU, NITU, MARY OG RÓA

Helena Dam á Neystabø saman við tveimum av teimum trimum børnunum í skúlanum í Sandvík. Sitandi er tað Nita Næs, lærari og børnini eru Mary Sigurheim í fjórða flokki og Rói Spanga Larsen í trija flokki. Triðja skúlabarni, Suni Ári Kruse var ikki í skúla henda dagin

MYND AV HELENU OG RÓA

Rói í triðja flokki greiðir Helenu Dam á Neystabø frá um fuglasavnið hja skúlanum í Sandvík

Helena á rundferð í Suðuroy