Børnini flokka?ust um fótbóltsleikarar

Ta? gerst meiri og meiri vanligt hjá teimum bestu føroysku fótbóltsleikarunum, at fólk, serliga børn, koma til teirra og bi?ja um autograf. Leygardagin skipa?i Statoil í Gundadali fyri einum tiltaki, har millum anna? f?ra leikarar úr HB skriva?u autografar

Fyri einans tíggju árum sí?ani var ta? rættuliga óvanligt hjá bestu føroysku fótbóltsleikarunum, at nakar kom og ba? um autograf frá teimum. Í dag er hetta gerandiskostur hjá nógvum leikarum í 1. deild, og ta? er heldur ikki óvanligt, at ta? ver?ur skipa? fyri tiltøkum, har l?st ver?ur vi?, at teir og teir leikararnir skriva autografar. Leygardagin skipa?i Statoilstø?in í Gundadali fyri einum uttandur?a tiltaki, har møguleiki var at fáa eina smakkiroynd av Coca Cola. Somulei?is var ein básur settur upp, har fólk kundu ogna sær n?ggja fótbóltsbla?i? hjá Sosialinum, Fótbóltur 99. Í hesum sambandi vóru f?ra av fremstu leikarunum hjá føroyameistarunum HB til sta?ar og skriva?u autografar. Teir f?ra leikararnir, Allan Mørkøre, Jens Erik Rasmussen, Johannes Joensen og Hans Fró?i Hansen, høvdu eisini úr at gera, tí stórur gravgangur var eftir undirskriftum teirra. Serliga vóru ta? mong børn, i? løgdu lei?ina framvi? Statoilstø?ini, og tey fingu so eitt postkort vi? li?mynd av besta li?num hjá HB, og á hetta postkorti? skriva?u teir f?ra fótbóltsleikararnir sínar autografar.