Bergtóra Høgnadóttir Joensen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur í fyrispurningi til Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at hon hevur frætt um fleiri familjur, sum hava børn við serligum tørvi, sum nú brádliga hava fingið boð um, at børnini skulu heimaftur til Føroya.
- Talan er um børn sum eru í skúla ella stovni í Danmark. Tað er ein trupul og svár avgerð fyri alla familjuna at lata barnið fara av landinum. Í flestu førum krevst bæði nógv tíð og orka hjá allari familjuni at taka og at rúma slíkari avgerð. Tá barnið er farið av landinum tekur aloftast eisini rúma tíð, til barnið trívist og støðast í nýggja umhvørvinum ? fremmant mál, fremmand mentan, øðrvísi skúlatilboð og netverk, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Hon heldur tað tí tykjast vitleyst, um børn sum eru send av landinum, nú skulu heimaftur, uttan at støðan herheima er broytt almikið til tað betra.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen vísir á, at Rósa Samuelsen undir viðgerini av løgmansrøðini segði, at vit ikki hava nógv tilboð til ung yvir 18 ár, og at tað tí í hesum samanhangi eisini verður hugt eftir, hvørjir manglar eru. Hon segði, at í løtuni hava vit eini 12 børn á stovnunum í Føroyum umframt tað eru 22 unglingar í Danmark, bæði innan forsorg og barnaforsorg.
»Flest øll hava brúk fyri einum tilboði eftir at tey eru liðugt viðgjørd í Danmark. Størsti trupulleikin er, at vit hava ikki nøktandi tilboð at bjóða teimum, so tey kunnu koma heim. Tey flestu av teimum ungu, innan barna -og forsorg, hava lítla og onga skúlagongd, og tað ger ikki støðuna hjá teimum betur. Støðan er tíverri tann, at tað er neyðugt at leingja uppihaldið í Danmark. Umframt tey sum eru í Danmark hava vit tørv á uml 40 búplássum bara til børn og ung«, segði Rósa Sameulsen undir viðgerðini av løgmansrøðuni.
- Landsstýriskvinnan vísti á nágreiniliga tørvin á búplássum hjá hesum børnum og ungu. Eisini sigur hon, at vit ikki hava nøktandi tilboð til teirra tá tey koma heim, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen, sum tí vil hava landstýriskvinnuna at svara hesum spurningum:
Hvørjar eru mannagongdirnar, tá børn við serligum tørvi - sum hava verið uttanlands á stovni ella í skúla - flyta heimaftur til Føroya?
? Er ein ætlan løgd fyri framtíðina hjá barninum, tá tað flytir heim?
? Hvussu verður tryggjað, at áhaldandi menningin af fakligum og persónligum førleikum heldur áfram eisini eftir at barnið er flutt heimaftur til Føroya?
? Hvussu langt áðrenn barnið kemur heim til Føroya fær familjan boð um hetta?
? Kann avgerðin verða tikin miðskeiðis í einum skúlaári?
? Hvør verður tikin við upp á ráð, tá hendan avgerðin verður tikin?
? Er avgerðin sosialfaklig burturav?
? Kann avgerðin vera peningalig?