Tey hava ikki ráð at halda føðingardag. Jóladunnan er skift út við spagetti. Vetrarskógvarnir eru keyptir frá Reyða Krossi, og tey hava ongantíð ferðast uttanlands.
Vit kenna væl hesar fátøku familjurnar, men vit vita bara ikki, hvussu nógvar tær eru. Heldur ikki hava vit nakað ávíst fátækramark, eins og onnur framkomin lond. So hóast vit snøgt sagt onki vita um sosialu støðuna hjá láginntøkufamiljum her á landi, kunnu vit sjálvandi ikki látast, at trupulleikin við fátøkum familjum er ikki til, tí sjálvandi er hann tað.
Her, eins og í restini av Europa og í hinum norðurlondunum eru familjur, sum eru so fíggjarliga illa fyri, at tað ávirkar lívið hjá børnunum.
Hetta var helst eisini orsøkin til, at Samtak, felagsskapurin hjá fiskimanna- og arbeiðarafeløgunum, millum annað valdi at varpa ljós á børn í fátøkum familjum á evnisdegnum Føroyar og Vælferðin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
Tá ið ein familja er fíggjarliga illa fyri, ávirkar tað alla familjuna sosialt, heilsuliga, arbeiðsliga og á annan hátt.
Norski sosiologurin Elisabeth Ugreninov frá norska sosiala granskingarstovninum Nova, greiddi frá stórari granskingarverkætlan, har kannað varð, hvussu tað ávirkar trivnaðin hjá børnum at vaksa upp í lutfalsligum fátækradømi. Her verður hugsað um fátækradømi, sum sjálvandi ikki kann sammetast við støðuna í menningarlondunum, men fátækradømi, sum ávirkar møguleikarnar hjá børnum og ungum at mennast á jøvnum føti við vinfólkini, til dømis viðvíkjandi heilsu, frítíð, útbúgving og trivnað sum heild.
Ein norsk familja verður mett at vera fátøk, um ársinntøkan er lægri enn 60 prosent av miðalinntøkuni í landinum.
Eisini hugleiddi hon um, hvussu vælferðarsamfelagið kann bøta um umstøðurnar hjá hesum familjum.
Í norsku kanningini fylgdu granskararnir umleið 1000 fátøkum barnafamiljum yvir eitt 10 ára tíðarskeið og samanbóru úrslitini við vanligar familjur.
Børnini kenna støðuna
Kanningin vísti, at fátøku familjurnar búgva vánaligari, hava ofta bara ein forsyrgjara, eru oftari útlendingar, hava lægri útbúgving, at sálarliga og kropsliga heilsustøðan er oftari vánalig og tær hava eitt minni netverk enn aðrar familjur. Eisini vísti kanningin, at hóast foreldrini royna alt tey eru ment fyri at børnini skulu ikki kenna veruligu fíggjarligu støðuna, so vita børnini væl, hvussu illa tað stendur til.
Børnini svíða
Børn í fátøkum familjum eru oftari burtur úr skúla vegna sjúku. Tey eru ikki sjúkari sum so, men almenna heilsustøðan er veikari. Tey eru lægri enn onnur børn og vit finna fleiri roykjarar millum fátøku børnini. Tey viga oftari ov nógv og hava oftari ADHD. Fakliga eru tey oftari verri fyri, tey fáa oftari serundirvísing og verða oftari happað. Eisini hava tey fleiri psykosomatiskar trupulleikar og koma oftari í samband við stovnar sum barnapsykiatriina og barnaverndina. Tey eiga færri materiellar lutir, og vánalig bústaðarviðurskifti við fukti, trekki, nógvari ferðslu og larmi frá grannum hava álvarligar avleiðingar fyri lívskvalitetin hjá børnunum.
Eisini vísir kanningin, at tess fátækari familjan er, tess størri er vandin fyri, at børnini uppliva sosiala avbyrging, eksklusión, frá vinfólki og frítíðarvirksemi, og sum heild eru møguleikarnir skerdir at luttaka í skipaðum og óskipaðum tiltøkum í skúla og frítíð. Hetta kemst kanska eisini av, at neyvt samband er millum sjálvsvirðið hjá børnum og materiella støðið í heiminum.
Verja børnini
Sambært Elisabeth Ugreninov gera foreldrini alt tey eru ment, til tess, at børnini skulu ikki verða ávirkað av fátækradøminum. Sum dømi nevndi hon pápan, sum bara át eina ferð í tríggjar dagar fyri at fáa ráð til eina føðingardagsgávu til sonin. Ella mammuna, sum fór tjaldingartúr í skóginum við børnunum, har tey bygdu upp ein ævintýraheim, tí ráðini vóru ikki at ferðast.
Sostatt klípa foreldrini av alla aðrastaðni enn hjá børnunum, so leingi tað ber til. Hetta merkir tó ikki, at børnini ikki uppliva fíggarligu trongstøðuna.
Vælferð kostar
At næstan øll foreldur gera alt tey eru ment til tess at verja børnini, ger eisini, at eitt av tilmælunum í kanningini er at geva hesum láginntøkufamiljunum størri fíggjarligan stuðul – og hann skal ikki vera oyramerktur til ávís endamál ella høvi, tí foreldrini megna sjálvi at leggja til rættis, so peningurin kemur børnunum til góðar. Í Noregi ber til at bøta um fíggjarligu støðuna hjá barnafamiljum við sosialhjálp, barnapengum og bustaðarstuðli.
Ókeypis luttøka
Sum sagt eru børn í fátøkum familjum í vanda fyri at verða avbyrgd frá virksemi og tiltøkum saman við øðrum børnum. Tí er eitt annað tilmæli, at almenna rúmið tekur hædd fyri, at øll hava ikki ráð til alt. Til dømis lima- og luttøkugjøld í samband við frítíðarvirksemi og útferðir. Tí mælir granskingarbólkurin til, at alt skúlarelaterað virksemi er ókeypis, ikki bara í prinsippinum, men eisini í praksis.
--
FAKTA:
Talið av fátøkum er vaksið nógv í sambandi við fíggjarkreppuna í Europa. Mett verður, at eini 17 prosent av íbúgvunum liva í fátækt. Í Danmark verður mett, at í 2010 liva eini 65.000 børn í fátøkum familjum. Hetta tal er vaksið við 15.000 børnum seinastu 5 árini.
Kelda: Samtak