Búrhandilin í Skopun 160 ár í dag

Búrhandilin í Skopun man vera millum elstu handlar í Føroyum, sum ongantíð hevur verið stongdur.

Í dag hevur Búrhandilin í Skopun hátíðarhildið, at tað júst í dag eru liðin 160 ár, síðan handilsfyritøkan byrjaði sítt virkið. Dagurin hevur verið hildin við góðum tilboðum og kaffi, te og køkum frá klokkan 13 til 18.

 

Úr søgu felagsins lesa vit, at fyrsti maður úr Skopun, sum fekk handilsloyvi, var Jóhan Hendrik Poulsen. Hann var føddur á Velbastað og konan, Sunneva Klæmintsdóttur, í Hesti. Tey vuksu bæði upp úti í Hesti og fluttu til Skopunar.

 

Í sínari tíð átti Búrhandilin bæði áttamannafar og tíggjumannafar, sum róðu út. Handilin hevði eisini bakarí í nógv ár.

 

Tað var Jens Marius Poulsen, sum tók við handlinum 1908 og fekk bøtt munandi um umstøðurnar at taka ímóti fiski, tá havnin var liðug, og nýggjur fiskakjallari og pakkhús vórðu bygd í 1926.

 

Sonur Jens Maris Poulsen, Kristoffur Poulsen, hevði verið í Danmark á handilsskúla, og hann tók við handlinum 1947. Í dag er tað abbasonur Kristoffur, sum eisini kallast Kristoffur, ið rekur Búrhandilin í Skopun.