Bárður Oskarsson í Galerie Focus

Fríggjadagin 19. august klokkan 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Bárði Oskarsson upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn

»Í skaldsligu og samstundis hótt­andi verku­num hjá Bárði Oskars­syni er kropp­urin í brenn­i­deplinum.
Verkini tykjast at hoyra til tað heims­pekiliga rákið, ið verð­ur rópt fænomenologi, har ein­asti møguleikin hjá menni­skj­anum at skilja heim­in er við kroppinum. Menn­iskja er í heiminum sum ein kropp­ur, og kann tí einans skilja seg sjálvt kropsliga.
Hóast tað í verkunum hjá Bárði Osk­ars­syni er kropp­ur­­in sum er ein vegur til á­­sannan, er hann eisini knýtt­­ur at eini langari røð av øðr­um týdn­ingum. Tí hjá Bárði Oskars­syni er mann­a­kropp­urin ikki eitt støðugt fyri­brigdi, hann broytist alla tíði­na, avlagast og avskeplast. Hann er groteskur.
Bárður Oskarsson víðkar hesa menn­iskjafatan eitt sind­ur, tá hann gev­ur sín­um grot­esku mannakroppum blíð­k­andi drøg og letur skald­skap­in trína fram. Tí hó­ast mann­a­kropp­ur­in er í brenn­i­deplinum í verkunum hjá Bárði Oskarssyni, er mann­a­kropp­urin ­ikki einans ein røð av krops­funktiónum og eitt savn av krops­vætu, húð, hári og neglum.
Kroppurin er eisini grund­­ar­lag­ið fyri menniskjaligum kensl­um, vónum, dreymum og øllum tí, vit nú hava.«?
Soleiðis skrivar Ing­er Smæ­r­up Sør­en­sen í bók­ini »Livandi List«
Framsýningin verður opin til 23. august, leygardagin kl. 16 til 18, mánadagin og týsdagin kl. 15 til 18