Bárður og Heini byrjaðu inni í javnleiki

Bárður Hansen og Heini Vatnsdal byrjaðu inni fyri Fremad Amager í heimadystinum ímóti FC Fredericia

Føroyingafelagið, Fremad Amager hevur fingið eina hampuliga byrjan uppá nýggja kappingarárið. Í tveimum teimum fyrstu dystunum hevur talan verið um tveir javnleikir, og tað haldi tey á Amager er góðkent fyri eitt uppflytaralið.

 

Í dag tók Fremad Amager ímóti FC Fredericia á leikvøllinum í Sundby á Amager. Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Bæði Bárður Hansen og Heini Vatnsdal vóru við frá byrjan, og fingu fulla spælitíð. 

 

Sambært lokala miðlinum, so byrjaði Fremad Amager dystin best, meðan FC Fredericia var betur seinna partin av seinna hálvleiki. Í seinna hálvleiki var FC Frederica vandamiklari, og teir høvdu eisini skot á stongina hjá Fremad Amager. Fremad Amager hevði onkran málmøguleika í sín lut, men samlað var FC Fredericia tað betra liðið, sambært lokala miðlinum hjá Fremad Amager.

 

Sunnudagin 7. august spælir Fremad Amager útidyst ímóti Helsingør. Fyri føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen má tað verða gleðiligt at staðfesta, at bæði Heini Vatnsdal og Bárður Hansen vóru við frá byrjan í dag.