Býráðsvalið í Havn 1976: Fólkaflokkurin størstu framgongdina ? Javnaðarflokkurin styrkti støðu sína

»Broytingarnar við býráðsvalið í Havn gjørdust størri, enn fólk flest høvdu væntað. Serliga vakti tað ans, at uttanflokkalistin hjá Peturi í Gong fekk so stóra undirtøku, at hann fekk ein lim valdan afturat teimum trimum, ið listin hevði frammanundan«. Soleiðis skrivaði Sosialurin eftir býráðsvalið í Havn 2. desember 1976

 

Tann stóri sigursharrin við býráðsvalið í Havn gjørdist Fólkaflokkurin, sum fekk tríggjar mans valdar í býráðið. Tað er ein meira, enn Fólkaflokkurin hevði. Fólkaflokkurin hevur áður havt tríggjar limir í býráðnum. Hann misti triðja mannin við valið í 1964. Í atkvøðum fekk Fólkaflokkurin 989, og tað er ein framgongd upp á 279 atkvøður.

 

Á Fólkaflokslistanum fekk Petur Christiansen 193 atkvøður. Kári Thorsteinson 116 og Eliesar Arge 97. Við fyrstu uppteljingina stóð á jøvnum millum Niels Debes og Essa Arge, men við fínteljingina broyttist støðan við einari atkvøðu. Annars lógu tær fylgjandi atkvøðurnar hjá Fólkaflokkinum ógvuliga javnt. William Sloan og Johan Wang fingur nevniliga hvør sínar 95 atkvøður.

 

Fýra mans valdar

 

Uttanflokkalistin hjá Peturi í Gong fekk fýra limir í tað komandi býráðið: Ingi Mohr 222 atkvøður, Heðin Mortensen 209 og Petur í Gong 210. Dánjal Larsen, sum er porkeningur, fekk 148 atkvøður.

 

Tilsamans fekk listin hjá Peturi í Gong, ið hevur sitið í Tórshavnar býráð síðani 1962, 1153 atkvøður, og eru tað 242 atkvøður fleiri enn við valið í 1972.

 

Helt støðuna ? tó framgongd

 

Triðstørstu framgongdina hevði Javnaðarflokkurin við býráðsvalið og er somuleiðis triðstørstur í atkvøðutali. Javnaðarflokkurin fekk tilsamans 808 atkvøður. Tað eru 157 fleiri enn við býráðsvalið seinast.

 

Báðir býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum vórðu afturvaldir,

 

Jákup Sune Jacobsen við 221 atkvøðum og Leivur Johannesen við 167 atkvøðum. Næstur teimum kom Hanna Lisberg við 80, Pole Jacobsen við 73 og Hermann Jacobsen við 64 atkvøðum. Einar 50-60 atkvøður restaðu í, at Javnaðarflokkurin fekk ein mann afturat.

 

Lítla framgongd

 

Sambandsflokkurin varðveitti tveir limir í býráðnum, men eitt skifti fór fram. Ístaðin fyri Martin Petersen varð Petur F. Christiansen, ið áður hevur sitið í býráðnum, valdur við 108 atkvøðum. Hin maðurin hjá Sambandsflokkinum er Sofus Sivertsen, sum fekk 110 atkvøður. Martin Petersen kom teimum næstur við 77 atkvøðum.

 

Sambandsflokkurin fekk tilsamans 655 atkvøður. Við valið í 1972 fekk flokkurin 608 atkvøður, so talan er um ein vøkstur upp á 47 atkvøður.

 

Størstu afturgongdina

 

Størstu afturgongdina hevði Tjóðveldisflokkurin. Við býráðsvalið í 1972 var Tjóðveldisflokkurin næststørstur við 723 atkvøðum, meðan hann við valið í seinastu viku bert fekk 524 atkvøður. Tað er eitt fall í atkvøðum upp á 199. Henda stóra afturgongdin førdi við sær, at Tjóðveldisflokkurin misti annan av teimum sitandi býráðslimunum, Finn Johansen. Finnur Johansen, ið hevur sitið eitt skeið í býráðnum, fekk 97 atkvøður. Næstur honum kom Trúgvi Árting við 64 atkvøðum.

 

Ólavur Michelsen varð afturvaldur við 170 atkvøðum.

 

Tjóðveldisflokkurin fekk sostatt bert ein mann við yvir 500 atkvøðum, so annað kann ikki sigast, enn at limurin er dýrur í mun til uttanflokkalistan, har limirnir eru valdir við í miðal 288,25 atkvøðum.

 

74 atkvøður fleiri

 

Sjálvstýrisflokkurin hevði við býráðsvalið eina framgongd upp á 74 atkvøður. Tilsamans fekk hann 386 atkvøður.

 

Ebbe Mortensen varð valdur við 70 atkvøðum. Hann hevur sitið í býráðnum áður ? bæði sum valdur limur og eitt langt tíðarskeið fyri Heina Olsen, ið ikki lat seg stilla uppaftur í farna valskeiði.

 

Kjartan fall

 

Við fínteljingina hendi tað, at Kjartan Mohr fall. Við fyribils uppteljingina valkvøldið var hann annars komin inn.

 

Kjartan Mohr hevur, eitt valskeið undantikið, sitið í Tórshavnar býráð síðani 1949. Hann hevur eisini sitið sum býráðsformaður.

 

Við valið í farnu viku fekk Framburðsflokkurin 277 atkvøður. Tað vóru 69 færri enn við býráðsvalið fyri fýra árum síðani.

 

Í tí komandi býráðnum eru fimm limir núvaldir: Kári Thorsteinsson, Petur F. Christiansen, Ebbe Mortensen, Ingi Mohr og Dánjal Larsen. Av teimum hava Petur F. Christiansen og Ebbe Mortensen sitið í býráðnum áður.