Miðnámsskúli
Ætlaði miðnámsskúlin í Vági, hevur nú fingið byggiloyvi.
Tað er greitt, eftir at tekniska nevnd í Vágs býráð hevði fund týskvøldið.
Bygginevndin, sum fyrireikar arbeiðið at byggja skúlan, søkti beint fyri jól, Vágs Býráð um byggiloyvi til skúlan.
Í umsóknini, sum varð send vegna mentamálaráðið, varð biðið um eina skjóta viðgerð, tí ætlanin var at bjóða skúlan út um hálvan januar, ella um eina viku.
Hetta umstrídda málið var sostatt tað allarfyrsta málið, sum nývalda tekniska nevndin í Býráðnum, fekk til viðgerðar.
Og á fundi týsdagin samtykti nevndin at geva skúlanum byggiloyvi.
Men av tí at hetta er nógv størsta bygimál, sum nakrantíð hevur verið fyri í Vágs býráði, í hvussu so er í pengum, heldur nevndin at tað er rætt, at býráðið eisini fær umsóknina til viðgerðar og staðfestir avgerðina í teknisku nevnd.
Tað skuldi eftir ætlan henda á býráðsfundi heilt skjótt.
Men sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, hevur landsstýrið biðið nevndina, sum fyrreikar byggingina, drála við at bjóða skúlan út.
Samstundis hevur landsstýrið spurt allar kommunurnar í oynni, hvørja støðu tær hava til ætlanina at flyta ætlaða skúlan til Hovs og at leggja hann í ein skúladepil har, og at byggja røktarheim í Vági ístaðin.
Kommunurnar skulu svara í hesum mánaðinum og fyrrenn tað málið er avgreitt, verður endalig støða ikki tikin til, hvar skúlin skal vera.
Les eisini greinina "Nú vil landsstýrið hava greitt svar frá suðuroyingum".