Jógvan Arge býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin
Tjóðveldisflokkurin heilsar Kirkjubø, Velbastað, Nólsoy, Hesti og Koltri vælkomnum upp í Tórshavnar Kommunu.
Hesar samanleggingar gera Tórshavnar kommunu til eitt sera fjølbroytt samfelag. Tað setir stór krøv til tey, sum stíla fyri kommununi.
Okkara stevnumið er, at tey nýkomnu fáa somu sømdir sum borgarnir í kommununi annars við virðing fyri teirra sereyðkennum og møguleikum.
Endamálið er at tryggja lív og menning á øllum plássum í Tórshavnar Kommunu.
Vit vilja, at kommunala umsitingin leggur dentur á at fylgja upp málum, sum hava við oyggjar og útriðir at gera, so tey ikki hvørva í rúgvuni.
Royndirnar við t.d. Kollafirði vísa, at tað knípur hjá býráðnum at hava nóg góða umsorgan fyri teimum nýggju pørtunum av kommununi. Har eru alt ov nógvir leysir endar.
Tí mæla vit til, at umsitingin verður skipað soleiðis, at øll mál, sum hava við bygdir og útriðir at gera, ganga um eina skrivstovu, so kommunan hevur greitt yvirlit yvir, hvat har krevst og rørist.
Vit ætla at hava vakið eyga við teimum møguleikum, sum eru fyri menning og trivnaði á plássunum.
Vit miða eftir, at tær lokalu nevndirnar verða virdar meir enn higartil og vilja virka fyri, at tær fáa ávirkan.
Fólkið í allari kommununi eigur at hava møguleika fyri at nýta tey frítíðartilboð, sum eru í høvuðsstaðnum, og til tess eigur kommunan at skunda undir betri ferðasamband á bæði á landi og sjógvi.
X við E.