Nevndin hevur avgjørt at skriva út kapping millum fólk í oynni og onnur áhugaði, um at tekna nýggja búmerkið hjá felagnum.
Innkomin uppskot vera hereftir viðgjørd á nevndarfundi, har besta uppskotið verður funnið. Búmerkið verður avdúkað á ársveitsluni 2009 hjá felagnum
Ein treyt fyri at vera við í kappingini, er at búmerkið ella partar av hesum, ikki er avrit frá eitt nú alnetinum ella øðrum kendum búmerkjum. Búmerkið má heldur ikki hava meira enn 3 litir.
Fyri besta uppskotið verður ein virðisløn á 3000 krónur latin.
Nevndin tilskilar sær rætt til ikki at velja nakað av innkomnu uppskotinum.
Uppskotini skulu vera VB- SUMBA í hendi, í seinasta lagi 25 september 2009, og kunnu sendast sum teldupostur til vbsumba@gmail.com, ella sum vanligur postur til VB-SUMBA, Box 127, 900 Vágur.










