Landsfundur
Umboðið fyri Venstre á landsfundi Sambandsfloksins, Christina Mejdahl, var síðsti røðarin leygardagin. Siður er, at eitt umboð fyri Venstre er við á landsfundi Sambandsfloksins, og soleiðis var eisini hesaferð.
Hann nýtti tað mesta av røðu sínari til at greiða frá gongdini hjá Venstre og stjórinini í sambandi við seinasta fólkatingsval og politikkin hjá sitandi stjórn í Danmark. Hann undirstrikaði fyri tað nógva tað, ið Anders Fogh Rasmussen hevði ført fram, tá ið hann vitjaði í Føroyum í januar. Føroyingar kunnu sjálvir avgera, hvussu verður við okkara ríkisrættarligu framtíð. Fleiri yvirtøkur merkja minni blokkstuðul, og til endans kann tað vera eingin blokkstuðu, segði Christian Mejdahl.
Hann nevndi eisini oljuna, sum hann væntaði kundi gerast spennandi fyri føroyingar. Hann nýtti eisini høvi til at útgreina fleiri viðurskifti millum Føroyar og Danmark, m.a. hvat blokkurin verður latin til.
Hann gjørdi greitt, at Venstre stuðlar Sambandsflokkinum, og hann vónaði, at Sambandsflokkurin fór at vinna valið og enda í samgongu. Christian Mejdahl ynskti, at Sambandsflokkurin fór at sita í samgongu, soleiðis at minni vekt varð løgd á tað ríkisrættarliga, tí ríkisfelagsskapurin var nakað, ið bæði hann og Venstre eru sinnaði at varðveita.
Christian Mejdahl gjøgnumgekk, hvørja ætlanir um yvirtøkur vóru frammi, og tað vóru eisini fleiri spurningar til hann í hesum sambandi. Hann segði seg bara kunnu rokna við, at føroyingar máttu taka ímóti fløttafólki, nú ætlanir eru frammi um at yvirtaka útlendingamál.










