Serviðgerð uttanlands
Nú skal betri tamarhald fáast á á peningin, sum vit brúka til at viðgerða sjúklingar uttanlands.
Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú at seta fólk, sum burturav skal hava eftirlit við játtanini, sum verður sett á fíggjarlógina til serviðgerð uttanlands.
Men endamálið er ikki at skerja møguleikarnar hjá føroyingum at leita sær heilsuhjálp uttanlands.
Tvørturímóti væntar hann, at tænastan fer at vera betri, samstundis sum hon fer at vera bíligari fyri landið.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað verður í næstu framtíð, at eitt fólk skal setast at fáa betri tamarhald á útreiðslunum, sum vit hava til serviðgerðir uttanlands.
Antin talan verður um at søkja eftir fólki, ella um talan verður um at finna eitt fólk í umsitingini at taka sær av hesum arbeiðnum, er ikki endaliga greitt enn, men farast skal undir arbeiðið sum skjótast.
Bill Justinussen sigur, at endamálið við hesum er at fáa betri tamarhad á allari gongdini frá tí at ein sjúklingur verður sendur til serviðgerð uttanlands, til hann er heima aftur í Føroyum.
Sostatt skal fylgjast við gongdini og viðgerðini hjá hvørjum einstøkum sjúklingi fyri at tryggja, at sum mest kemur burturúr.
Alt ov vánaligt eftirlit
Ætlanin hjá landsstýrismanninum er ein avleiðing av, at játtanin til serviðgerð uttanlands er vaksin so ómetaliga nógv seinastu fáu árini og í fjør kemur hon væntandi upp á einar 80 milliónir, ta ið alt verður gjørt upp.
Í ár eru 70 milliónir settar av til serviðgerð uttanlands.
Men søgurnar um, hvussu hesin peningur verður brúktur, ella misbrúktur, eru mangar. Eitt nú er tað tað ikki óvanligt at frætta, at heilsuverkið í Føroyum fær rokning frá Ríkissjúkrahúsinum fyri sjúklingar, sum í veruleikanum liggj a á Hotel Tórshavn. Tað eru eisini søgur um fólk, har Ríkissjúkrahúsið ger kanningar umaftur, sum longu eru gjørdar í Føroyum og søgur um fólk ið liggja óneyðuga leingi á sjúkrahúsinum til onga nyttu og bíða eftir viðgerð fyri túsundtals krónur um dagin ístaðin fyri at tey vóru heima, ella á Hotel Tórshavn. Tað eru eisini dømi um fólk, sum fáa viðgerðir ið eru nógv dýrari enn tær áttu at verið.
?Tað eu nógvir leysir endar at fáa skil á og higartil hevur alt ov lítið eftirlit verið við, hvussu hesin peningur verður brúktur, sigur Bill Justinussen.
?Í løtuni er tað so, at tá ið ein yvirlækni í Føroyum sendir ein sjúkling av landinum, er hann fullkomiliga leysur av honum og fær als ikki fylgt við gongdini. Teir hava onga føling við, hvussu játtanin verður brúkt og í prinsippinum kunnu útlendsku sjúkrahúsini skriva tær rokningar, tey vilja. Tí verður neyðugt, at eisini læknarnir í Føroyum fáa fylgt við, hvussu útreiðslurnar til serviðgerð uttanlands verða brúktar.
? Tað er eisini ein trupulleiki at tað er so ójavnt, hvussu vit fáa rokningar fyri serviðgerðina uttanlands. Tað kunnu verða mánaðir, har lítlar og ongar rokningar eru, men so kemur ein rúgva ísenn og hetta ger tað trupult at umsita.
Bill Justinussen sigur, at uppgávan hjá fólkinum, sum verður sett at umsita málið, verður eisini at fáa betri skil á rokningsgongdini, so at tær koma meiri javnt yvir alt árið og at samráðast við donsku sjúkrahúsini um nýggjar avtalur.
Ringt at rokna út
Er tað trúligt, at tað verður brúk fyri 10 milliónum minni í ár til serviðgerð uttanlands, enn tað var brúk fyri í fjør?
? Tað er ógvuliga trupult at siga, hvat verður brúk fyri av pengum, tí tað er ómøguligt at siga, hvussu sjúk fól verða í ár. Tað kann ganga upp og niður og tað er sumt sum bendir á, at á summum økjum var 2002 eitt undantak. Nógv fleiri hjartasjúklingar vórðu sendir niður, enn væntað og í 10-15 førum var neyðugt at leiga flogfar niður við sjúklingum og tað kostar einar 100.000 krónur hvørja ferð.
? So tað er ilt at meta um, hvat brúk verður fyri. Men tað er týdningarmikið at leggja dent á, at ætlanin er ikki at skerja møguleikarnar hja fólki, sum hava brúk fyri viðgerð uttanlands. Tvørturímóti vænti eg, at tænastan fer at verða betri, tí ein uppgáva hjá fólkinum, sum skal hava eftirlit við serviðgerð uttanlands, skal eisini vera at hava eftirlit við, at fólk fáa tað viðgerð, sum tey skulu hava og sum vit gjalda fyri, sigur Bill Justinussen.









