Bílig loysn fór fyri skeyti

Býráðið vildi ikki lata stuðul til bowlinghøll millum HB- og B36-húsið. Nakað sum kundi bøtt um akutta hallartrupulleikan í høvuðsstaðnum

Ítróttahallir


Áðrenn tað varð avgjørt, at nýggja bowlinghøllin skuldi verða í bygninginum hjá Thomas Dam uppi á Hálsi, vóru aðrar ætlanir eisini frammi.

Mest ítøkjuliga av hesum var ætlanin, sum felagið aftan fyri bowlinghøllina saman við HB og B36 arbeiddu við.


Eisini venjingarhøll

Í stuttum kann sigast um hetta, at ætlanin var, at nýggjur bygningur skuldi gerast millum HB- og B36, og skuldi bowlingin her leigað seg inn í ovaru hæddini.

Niðara hæddin skuldi so nýtast til eina venjingarhøll, sum fótbóltsfeløgini skuldi nýta til innandura venjingar sínar. Atgongd hevði verið til høllina úr báðum fótbóltshúsunum, og tí hevði ikki verið neyðugt við øðrum íløgum enn til sjálva høllina.

Ætlanin datt tó niðurfyri, tí Býráðið ikki vildi játta stuðul til høllina, og tí er Bowlinghøllin nú uppi á Hálsi.


Taktiskt vánaligt

Gunnar Mohr, sum er formaður í Havnar Bóltfelag, sigur at umsóknin tá varð noktað, tí tað varð mett, at fótbólturin hevði fingið nóg mikið.

- Tá avgerin varð tikin, hava býráðslimirnir helst bert hugsað um, at talan her varð um pening til fótbóltin. Nakað annað, er ein avleiðing av hesum vildi verið, at hondbólturin hevði nógv fleiri hallartímar.

- Hevði høllin verið veruleiki, høvdu bæði HB og B36 farið úr Ítróttahøllini á Hálsi, og vildi hetta merkt, at 16 tímar eyka vórðu tøkir hjá øðrum ítróttagreinum, sigur Gunnar Mohr.

Víðari vísir hann á, at HB eisini leigar Badminton-høllina 10 tímar um vikuna. Tímar, sum eisini tá høvdu verið tøkir til onnur endamál. Harumframt kundu eitt nú fimleikafeløg eisini hugsast at verið áugað í tímum í nýggju høllini, so alt í alt hevði hetta bøtt nógv um tørvin á hallartímum, heldur Gunnar Mohr.

Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at hondbóltsfeløgini uttan iva høvdu havt økta tímatalið fyri neyðini. Eitt nú sæst í dag skelti í Ítróttahøllini á Hálsi, har Hondbóltsfelagið Neistin frábiðjur sær fleiri børn í ávísum aldursbólkum. Hetta tí venjingarumstøður ikki eru til børnini.

- Eg eri ikki í iva um, at høllin sostatt hevði komið nógvum til góðar, so eg vil siga, at tað var ein taktistk vánalig avgerð av Býráðnum, sigur formaðurin í HB at enda.

Til upplýsing kann nevnast, at stuðulin, sum talan var um í umsóknini, var upp á 500.000 kr. Øll onnur fíggin var fingin til vega, og leigusáttmálin við Bowlinghøllini lág klárur til undirskrivingar.