Seinnapartin í dag verður bókmentaligur arbeiðsdagur á bókasavninum Seinnapartin í dag flyta tey trý, Oddvør Johansen, Arnbjørn Dalsgarð og Sólrún Michelsen síni arbeiðspláss á Býarbókasavnið, har tey fara at sita hvør í sínum rúmi og skriva.
Býarbókasavnið sigur, at øll eru vælkomin at tosa við rithøvundarnar, geva teimum hugskot og spyrja um arbeiðslagið hjá teimum.
Tiltakið verður klokkan 14.30-17.30.










