Greitt varð frá grundarlagnum undir nýggju HÚK-skipanini, har tú kanst framrokna tær rákið, so tú sær nær er best at leggja ætlaðu leiðir.
Eisini kannst tú leggja egin mið inn í skipanina, og um tú vil - myndir av ýtum. HÚK-skipanin kann heintast ókeypis av netinum.
Knud Simonsen, havfrøðingur á náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt streymkort frá teldusimuleringum, fiskimiðasøvn og er hetta savnað í eina telduskipan, sum er ætlað at verða hent kunning hjá teimum, ið dáma at fara á flot av og á.
Útróðrarmenn hava sýnt skipanini áhuga. Enntá hava fleiri í Noregi heintað skipanina av netinum. Grundarlagið undir skipanini er frá áralongum virksemi á Fróðskaparsetrinum og á Fiskirannsóknarstovuni, sum er runnið saman við stóra bátaáhuganum hjá nøkrum einstaklingum og virkjum.
Hugskotið til skipanina fekk Knud í Klaksvík, ein hann dagin gekk fram við bátabrúgvnum. Har lóu fleiri farteldur frammi í rútinum á stuttleikabátunum. Tá kom honum til hugs, at hansara streymrokningar kundu komið stuttleikafiskarunum og útróðrarmonnunum annars meira til gagna umvegis eina fartaldu, sum var knýtt at eini GPS-skipan.
Knud Simonsen hevði eitt lætt tosingarlag við smáum skemtiligum viðmerkingum. Hesar framdu eisini eina góða fatan av eini rúgvusmiklari telduskipan, sum flestu sjómenn onkusvegna hava kunnleika til.
Tá ið tann eini viðoyingurin fór um hurðina væl nøgdur, læt í honum: Hetta var weldigt!
Jú, sanniliga fingu áhoyrarnir úr Lorvík, Gøtu, Søldafirði, Runa-, Ritu- og Æðuvík saman við norðoyingunum eitt áhugavert kvøld. Og prátið gekk so lystiliga aftaná – Tá høvdu teir stillføru menninir nógv at fortelja og spyrja um afturvið einum kaffimunni.