Bókasavn fær hansara navn

Myndugleikarnir í Afghanistan hava gjørt av, at eitt bókasavn í Kabul skal nevnast eftir norska blaðmanninum Carsten Thomassen, sum doyði í einum álopi har í síðsta mánað

Tað var afghanski kenslumálaráðharrin, Mohamad Harif Atmar, sum í gjár kunnaði norskar fjølmiðlar um, at tað nýggj bókasavnið, sum er partur av einum almennum lærustovni fyri leiðslu og umsiting, fær navn eftir norska blaðmanninum.

 

Nýggi lærustovnurin letur ætlandi upp í næsta mánaði og er bygdur við hjálp úr eitt nú Noregi.

 

Carsten Thomassen varð skotin, tá álopsmenn søktu at Serena-hotellinum í Kabul tann 14. januar. Hann bleiv fluttur á eit hernaðarsjúkrahús, men doyði um kvøldið av løstunum.