Bóka- og kjaktiltak í Leikalund

Hóskvøldið tann 29. november kl. 20 verður kjaktiltak í Leikalund í Klaksvík í, tá ið nýggja essay-savnið ?Krossvegir? verður lagt fram. Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í føroyskum politikki? Er kristindómurin ein fortreyt fyri mannarættindum? Ella hóttir kristindómurin hesi rættindi? Hóttir gudleysa humanisman kristna siðaarvin? Er kristindómurin kvinnukúgandi? Valdu fjølmiðlarnir síðu í sambandi við málið um §266b? Hetta eru nakrir av teimum spurningunum, sum nýggja essay-savnið ?Krossvegir? hjá Heina í Skorini og Pálli Holm Johannesen viðger.

Í bókini viðgera fimtan høvundar við ymiskum sjónarmiðum og frá ymiskum sjónarhornum spurningin um samanspælið millum átrúnað og samfelag. Og evnini fevna frá fjølmiðlum til javnstøðu til kjakmentan til fólkakirkju, fríkirkjur, kristindóm og gudloysi.

 

Bill Justinussen, Sjúrður Skaale og Rúni Rasmussen fara hóskvøldið m.a. at kjakast um, hvønn leiklut átrúnaður hevur og skal hava framyvir í almenna og politiska lívinum í Føroyum.

 

Undir tiltakinum spælir fløguaktuelli Uni Arge eisini nøkur løg frá nýggjastu fløguni ?Mitt í sjónum?.