Andras Mortensen, savnvørður á Føroya Fornminnissavni, hevur latið úr hondum nýggja bók, sum snýr seg um tann føroyska bátin. Hon kallast "Hin føroyski róðrarbáturin - sjómentir føroyinga í eldri tíð".
Føroyski báturin hevur staðið og stendur sum ein av ímyndunum um føroyska fólkamentan, og síðani fimti-árini hava savnsfólk og onnur savnað inn tilfar til eina søguliga lýsing av hesum týðandi parti av fólkalívinum.
Í bókini verða týðandi úrslit av hesi granskingini almannakunngjørd.
Í bókini verður sagt frá føroysku bátunum í tíðarskeiðnum frá 17. øld fram til umleið 1930, tá tað gjørdist vanligt at seta maskinur í teir. Sagt verður bæði frá bátasmíði og frá gerandislívinum kring bátarnar, og nógv verður gjørt burturúr at lýsa alt hetta við myndum og tekningum.
Eitt nú eru í bókini uppmátingar av 34 bátum við tølum fyri hvussu teir gomlu róðrarbátarnir vórðu gjørdir. Umframt at vera ein vísindalig lýsing av, hvussu føroyingar fyrr lívbjargaðu sær av sjónum, er bókin eisini eitt íkast til orðaskiftið um, hvussu føroyski báturin hoyrir til í nútíðar føroyskum mentanarlívi.
Bókin er í stórum broti og telur 354 síður. Føroya Fróðskaparfelag og Føroya Fornminnissavn standa fyri útgávuni.