Nýggj bók, sum á donskum kallast "Børnene dernedefra", er komin. Bókin byggir brúgv millum donsk 11-14 ára gomul børn í dag og stór børn eftir seinna heimsbardaga í Norðurtýsklandi
- Beint eftir seinna heimsbardaga vaks eitt ættarlið av børnum upp í Suðurslesvík, sum høvdu heilt øðrvísi umstøður enn tey flestu. Tey tosaðu bæði danskt og týskt. Tey búðu í Týsklandi, men kendu seg tætt knýttan til Danmark og gingu í donskum skúla.
Kirstin Deckert, sum er høvundurin aftan fyri bókina, er eitt av børnunum dernedefra, og heldur hon sjálv, at hóast gingin eru nógv ár, kunnu 11-14 ára gomul børn í dag læra nakað um samanhald, mentan og um tey sjálvi við at lesa um tær umstøður, sum vóru í marknalandinum Suðurslesvík tá.
Høvundurin er borin í heim í Hamburg. Sum barn, ið hevði danska mammu og týskan pápa, lærdi hon bæði málini, tí familjan búði í Týsklandi, og Kirstin og systir hennara gingu í donskum skúla. Samstundis livdu tey í eini tillagingartíð millum einaræði og fólkaræði í einum landi, sum hevði tapt ein heimsbardaga, og mentanin í tveimum londum setti sín dám á teirra menning.
Fleiri avbjóðingar enn hjá flestu tátíðar donsku børnum vóru at taka støðu til, og á tann hátt møtti Kirstin Deckert í barnaárum sínum nakað av somu avbjóðingum, sum børn í dag vaksa upp við.
"Børnene dernedefra" er skrivað fyri stór børn á ein hátt, tey eru før fyri at skilja. Brotamyndirnar skapa ein søguligan veruleika, sum skyggir upp eins og baktjald fyri tey mongu evni, sum verða viðgjørd, har tey ungu kunnu finna samdømi til teirra egnu tíð.
Bókin viðgerð ógvuliga ymisk evni - alt frá happing, angist, øvund, iva, trúgv til kynslív, samanhald, skúlaveitslur, politikk og útbúgving, sigur Kirstin Deckert, sum er kona Gerhard Hansen, ið er kendur sum prestur í Føroyum.