Bíðilisti kann kosta lív

- Kvinnur við knykli í bróstinum verða ikki tiknar fram um á bíðilistanum til mammografi-kanning. Tann, sum pástendur tað, sigur ósatt. Var eg ikki sjálv farin til Danmarkar, stóð eg framvegis á einum 14 vikurs bíðilista hjá Landssjúkrahúsinum, sigur ein kvinna, sum í farnu viku varð skurðviðgjørd fyri bróstkrabba á donskum privatsjúkrahúsi

16. mars fær ein føroysk kvinna staðfest ein knykil í bróstinum. Eftir ávísing frá læknanum vendir hon sær alt fyri eitt til Landssjúkrahúsið fyri at avtala eina tíð at koma til mammografi-kanning. Kvinnan ger frá byrjan greitt, at ein knykil er staðfestur, men fær kortini boð um, at orsakað av langa bíðilistanum, kann hon ikki koma til kanning fyrr enn 23. juni. Also 14 vikur seinni. Samstundis fær hon at vita, at um støðan er heilt bráðfeingis, kann hon fáa læknan at skunda undir umsóknina. Um hetta ikki ber til, kann hon sjálv kanna møguleikarnar fyri at koma til kanning uttanlands.
Knykilin var illkynjaður
Kvinnan fekk seg illa at trúgva boðunum, hon hevði fingið, og ringdi tískil fleiri ferðir aftur til Landssjúkrahúsið fyri at tryggja sær, at hon hevði skilt tey rætt. Men svarið var tað sama hvørja ferð.
- Eg dugdi veruliga ikki at síggja, hvussu støðan skuldi gerast meir bráðfeingis fyri tað, um eg fekk læknan hjá mær at siga Landssjúkrahúsinum tað sama, sum eg sjálv hevði sagt teimum fleiri ferðir. Eg visti eisini, at ikki hoyrdi til sokallaða vandabólkin, har bróstkrabbi er í familjuni, sum møguliga kundi gjørt, at eg var tikin fram um onnur á bíðilistanum. Tað einasta eg visti var, at eg orkaði ikki at bíða í 14 vikur eftir møguliga at fáa at vita, at eg hevði krabbamein.
Kvinnan valdi tískil sjálv at fáa eina avtalu og rinda fyri at verða kannað á einum donskum privatsjúkrahúsi. Í farnu viku var endaliga svarið so greitt: Knykilin var illkynjaður. Kvinnan vendi sær aftur til Landssjúkrahúsið, hesu ferð fyri verða skurviðgjørd, men fekk at vita, at viðkomandi lækni var í feriu. Tískil fór kvinnan aftur til Danmarkar, har hon fríggjadagin var skurðviðgjørd fyri bróstkrabba.
Andsøgn
- Eg veit sjálvandi ikki, hvussu nógv mín støða var versnað, um eg skuldi gingið og bíða til 23. juni fyri at koma til kanning á Landssjúkrahúsinum. Men hendan bíðitíðin er í øllum førum í stórari andsøgn við áhaldandi tilráðingarnar frá læknum og mynduleikum um, at kvinnur sjálvar skulu kanna seg fyri knyklar í bróstinum og fara til læknan alt fyri eitt, um okkurt er. Vit fáa jú allatíðina  at vita, at jú fyrr viðgerðin fyri krabbamein kemur í gongd, tess betri eru møguleikarnir fyri at yvirliva. Hetta kann bert skiljast á tann hátt, at órimiliga langi bíðilistin í ringasta føri kann kosta lív, sigur kvinnan.
Kvinnan leggur afturat, at hjá henni er ikki so nógv annað at gera nú enn at taka ímóti teimum eftirviðgerðartilboðum, sum eru, og so vóna tað besta. Men hon stúrir fyri, hvussu nógvar kvinnur standa í somu støðu, sum hon stóð í fyri eini viku síðani ? í nívandi ótta við einum knykli í bróstinum uttan útlit til at verða kannaðar fyrr enn um eini tríggjar mánaðir.
- Eg vil bara, at kvinnur skulu vita, at tær skulu ikki vænta sær at verða tiknar fram um á bíðilistanum, fyri tað um ein knykil í bróstinum er staðfestur. Pástendur Landssjúkrahúsið ella landsstýrismaðurin tað, siga tey ósatt, sigur kvinnan.
Spæla við heilsuna
Kvinnan kann bara ímynda sær, at politikarnir onki ána um støðuna, tá teir nú hava ætlanir um at brúka milliónir uppá at fara undir mammografi-screeningar, sum eru kanningar av kvinnum, sum enn ikki hava funnið nakran knykil.
- Eitt er, at tað eftir øllum at døma er sera ivasamt, hvussu gott tað er við mammografi-screeningum. Men at brúka milliónir og ovurhonds nógva orku til at leita eftir møguligum knyklum í bróstinum, tá vit ikki ein gang megna at taka hond um knyklar, sum longu eru staðfestir, tykist púra purturvið. Hetta er at spæla við heilsuna hjá kvinnum, sigur ørkymlaða kvinnan.
Í Danmark hevur heilsustýrið sett krav til amtini um, at tað í mesta lagi mugu ganga tvær vikur frá tí ein knykil er staðfestur, til mammografikanningin verður gjørd. Maktar almenna sjúkrahúsið ikki at gera hesa kanning til ásettu tíð, hevur kvinnan rætt til at verða kannað á privatsjúkrahúsi, har tað almenna rindar kostnaðin.
Føroyska kvinnan hevur higartil sjálv goldið 8000 krónur fyri kanningina umframt ferðaútreiðslur tvær ferðir aftur og fram til Danmarkar. Um hon fær hetta endurgoldið frá føroyskum mynduleikum er sera ivasamt. Tað hava teir nevniliga ikki skyldu til, so leingi tað ikki er føroyska heilsuverkið sum hevur ávíst sjúklinginum viðgerð aðrastaðni.