Bæði Manchester-liðini úti úr CL

Rættiliga óvæntað kom hvørki Manchester United ella Manchester City víðari úr bólkaspælinum í Champions League.

 

Tað var nú altíð væntandi, at City fór at fáa trupulleikar í seinasta dystinum í bólkaspælinum móti Bayern München, men týskararnir møttu við einum liði av eykaleikarum, og so kundi Manchester City vinna 2-0 við málum av David Silva og Yaya Toure.

 

Tað var tó væntað, at sjálvt ein sigur móti Bayern München fór ikki at vera nóg mikið, og tað víst seg eisini at verða rætt. Napoli vann dystin á útivølli móti Villareal, sum harvið setti eitt negativt met. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at eitt spanskt lið einki stig fær í bólkaspælinum í Champions League.

 

Napoli vann dystin 2-0 við málum frá Gökan Inler og Marek Hamsik, og endaði harvið eitt stig framman fyri Manchester City.

 

Meira óvæntað var tað, at eisini Manchester United bleiv sligið út úr Champions League. Men tað vórðu teir tá teir máttu lúta á útivølli móti Basel.

 

Harvið skrivaði sveisiska liðið fótbóltssøgu. Longu í 9. minutti legði Marco Streller upp til sensatiónina við at smekka bóltin í enska málið. Fleiri meta, at de Gea gjørdi ein feil, men úrslitið var tað sama.

 

Manchester united hevði bóltin nógv, men vandamiklasta royndin var tá ein Basel verjuleikari sparkaði bóltin á egna tvørstong.

 

Móti dystarenda kundi Alexander Frei økja til 2-0 eftir ivasamt verjuspæl av Chris Smalling, og so nyttaði tað lítið, at Phil Jones megnaði at minka um munin fram móti eykatíðini.