Bæði føroysku flogfeløgini við í kapping um oljusáttmálar

-og danskt tyrlufelag liggur eisini framvið at fáa fótin fastan á landgrunninum

Nú nærkast løtuni, tá Statoil setir borin í Brugduna á landgrunninum, verða sáttmálar gjørdir um veitingar. Tveir av teimum stóru sáttmálunum eru flutningurin av oljuarbeiðarum millum boripall og Vágar og síðani millum Vágar og Stavanger. Statoil fer í næstum at gera av, hvør skal fáa hesa uppgávuna. Sum skilst eru nøkur tilboð komin inn, harímillum frá báðum teimum føroysku flogfeløgunum. Eisini eitt danskt tyrlufelag skal hava boðið seg fram. Pætur Rasmussen hjá Faroe Jet sigur, at teir hava eisini latið tilboð inn. Vit hava lagt nógv arbeiði í at fyrireika okkum til komandi virksemi hjá felagnum. Myndugleikarnir eru nøgdir við hetta arbeiði, og tað er greitt, at siga teir gott fyri, at vit kunnu reka vanliga rutuflúgving, so eru vit eisini góðkendir til leiguflúgving, eitt nú við oljufólki millum Stavanger og Føroyar. Uppá fyrispurning um teir hava flogfar tøkt til slíka uppgávu sigur Pætur Rasmussen, at talan verður um at flyta eitt avmarkað tal av fólki millum Stavanger og Vágar og til tess má eitt minni flogfar til. Teir hava sum er tilboð frá fleiri operatørum, sum vilja flúgva fyri felagið.

Atlantic bjóðar seg fram
Eisini Atlantsflog er við í útbjóðingini eins og felagið hevur verið tí undanfarnu árini. Magni Arge, stjóri sigur við blaðið Vinnuvitan, at Atlantsflog sjálvandi er við, men hann heldur tað vera skeivt at gera viðmerkingar í núverandi støðu. Vinnuvitan veit eisini at siga frá at danska felagið DanCopter bjóðar seg fram at flyta fólk í samandi við komandi boring, men hetta sigur Magni Arge seg einki kenna til. Hann sigur við blaðið, at tað verður ein torfør kabala at fáa at ganga upp, tá ið tað snýr seg um flúgving til og frá pallunum. Tað er nógv leitivirksemi allastaðni og tað verður undir øllum umstøðum torført at fáa dýran flogútbúnað til taks til eitt so lutfalsliga stutt leitiumfar. Hann vísir á, at Atlantic vil fegið hava sín part av føroysku oljuvinnuni og hevur felagið eisini brúkt nógva orku uppá tað higartil.

Føroyskar tyrlur hava sum er verið partur av search og rescue arbeiðinum í sambanhdi við aðrar boringar á landgrunninum. Tað er tí við drúgvum royndum í rygginum, at føroyska flogfelagið Atlantic Airways bjóðar seg fram til at flyta oljufólk millum boripall og Vágar og millum Vágar og Stavanger í summar. Føroysk oljulóggáva sigur, at har føroysk feløg eru kappingarfør við útlendsk, skulu føroysku feløgini fáa slíkar arbeiðsuppgávur. Tað fáa vit so nærri at vita í næstum, tá Statoil sum fyristøðufelag fer at gera av, hvør fær tveir av teimum heilt stóru sáttmálunum í sambandi við komandi oljuboring í summar. Borurin verður settur í um ólavsøkumundið og verður arbeitt í einar tríggjar mánaðir.

Danskt tyrlufelag við
Sambart blaðnum Vinnuvitan bjóðar danska tyrlufelagið, DanCopter seg eisini fram til at flyta oljufólk millum boripall og Vágar í summar. Blaðið skrivar, at felagið metir Føroyar verða eitt sera áhugavert øki, sum hóskar væl til førleikarnar hjá DanCopter. Stjórin í felagnum, Susanne H. Lastein váttar fyri Vinnuvitan, at felagið hevur boðið seg fram til eitt av feløgunum, ið skal luttaka í royndarboringunum. Hon vil tó ikki fara meira út í smálutir. Uppá fyrispurning hví danska tyrlufelagið sær Føroyar sum eitt av sínum arbeiðsøkjum sigur stjórin við blaðið, at offshorevirksemið við Føroyar hevur teirra áhuga, eisini tí tey frammanundan hava góðar royndir og førleikar við slíkari tyrluflúgving. Tey hava so eisini bæði flogskipararar og onnur starvsfólk sum hava royndir í Føroyum. DanCopter er bert fýra ára gamalt og hevur fingið fótin fastan innan flutning í offshorevinnuni í Norðsjónum við sínum høvuðssæti í Esbjerg. Danski tyrlustjórin sigur við Vinnuvitan, at hon metir virksemið við Føroyar fer at økjast sum frálíður. Felagið arbeiðir í dag eisini í norskum og hálendskum øki.