Bæði førarin og eigarin fáa bót

– Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Tíðliga í gjáramorgunin tók løgreglan ein mann á prutli í Vágum. Talan var um eitt lítið prutl, sum ikki hevur loyvi at koyra meiri enn 30 kilometrar um tíman, men tá ið hetta prutlið varð kannað, koyrdi tað yvir 50.

Førarin hevði heldur ikki koyrikort til prutl. Men umframt at førarin fær bót, fær eigarin eisini bót fyri at hava latið prutlið upp í hendurnar á einum við ongum koyrikortið.

Annars fingu tveir bilførarar bæði bót og klipp í koyrikortið í gjár.

Annar fær bót og klipp fyri at koyra næstan 110 kilometrar um tíman eftir landsvegnum sunnan fyri Hósvík, har tað er loyvt at koyra 80.

Hin fær bót og klipp fyri ikki at halda treytaleysa víkiskyldu á Argjum við teirri avleiðing, at hann rendi á ein bil. Bilarnir fingu eitt sindur av skaða, men eingin fólkaskaði var.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um áarlop við munnan á Hvalbiartunlinum, trongisvágsmegin. Sløkkiliðið varð boðsent, men tað var ikki so nógv vatn á vegnum, at tað var neyðugt at gera nakað, sigur løgreglan.