Búgvi Poulsen var so óheppin at bróta sær nøsina, tá hann bardist finaludyst móti einum manni frá Prince Edvard Island. Eftir sjálva kappingina kom Búgvi á tal við henda mannin, sum vísti seg at vera plastikk skurðlækni. Hann segði skemtandi við Búgva, at hann ikki var komin fyri at skaffa kundar, men nú kundi hann saktans orðna nøsina hjá Búgva. Eisini Ragnar við Streym gongur runt við brotnari nøs. Henda varð tó sett upp á pláss mánadagin fyri viku síðani.










