Eitt rættiliga ógvusligt ferðsluóhapp hendi í Jónas Broncksgøtu í Havn fyri løtu síðani, har ein býbussur fór av vegnum, tvørtur um gongubreytina, gjøgnum ein garð og ein lyktapela
Hvør orsøkin var til óhappið er enn ógreitt, men eygnavitni siga, at bussurin kom koyrandi niðan eftir Jónas Broncksgøtu. Tá hann kom niðan móti vegamótinum J. Broncksgøta/Hoyvíksvegur, vendi hann ikki, men helt beina leið fram upp á gongubreytina, rendi á grótgarðin og á ein lyktapela, áðrenn hann steðgaði.
Bussurin fekk rættiliga stóran skaða, men eftir øllum at døma vóru eingi ferðafólk í bussinum, og bussførarin tyktist ikki at hava fingið mein.
Eini 10-15 metrar av grótgarðinum brotnaði, eins og lyktapelin. Ovarari parturin av lyktapelanum brotnaði av og varð slongdur langt niðan í garðin, har hann fór tvørtur ígnøgnum ein byggipall, sum lá í garðinum.
Vit vænta at frætta meira um óhappið frá løgregluni seinni.