Bíbliur og annar kristiligur lesnaður í 600 ár

Ein for­vitnislig framsýning er í hes­um døg­um í Hoyvíkar kirkju. Tað er Petur Martin Pet­er­sen í Fugla­firði, sum sýn­ir fram bíbl­i­ur, lestr­ar­bøk­ur og sálm­a­bøk­ur, sum røkka at kalla aftur til trúbótina.

Heitið á framsýningini er »Bíbl­iur og annar kristiligur lesn­að­ur í 600 ár«.
Framsýningin lat upp í ferm­ing­ar­sto­vuni í Hoy­vík­ar kirkju týsdagin. Tá greiddi Pet­ur Martin Petersen frá um fram­sýn­ing­ina, sum er op­in til í morgin, leygardagin frá klokkan 15 – 18.