Bíbliukjakið í Miðlahúsinum – viðmerkingar til Arnstein Niclasen (1/2)

Arnstein Niclasen hevur sett spurnartekin við okkurt av tí, sum eg førdi fram á kjakfundi í Miðlahúsinum tann 12. januar 2009. Her er tilfar til tvær greinar, men eg fari at byrja við kvinnuni, sum varð tikin í hordómi, sum Arnstein Niclasen við tilsiping til eitt prestapar heldur upprunaliga kann hava staðið í bíbliuni. Og at illa man bera til at koma nærri enn tað. Sanniliga ber til at koma nærri enn tað

Kvinnan, sum varð tikin í hordómi

Millum flest allar nýmótans granskarar tykist tað vera viðurkent, at søgan í Jóhannesevangeliinum um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi (Jóh. 7:53-8:11), ikki er upprunalig, men eitt seinni ískoyti til evangeliið. Tann nýliga deyði amerikanski professarin Bruce M. Metzger, sum var rættiliga bíbliutrúgvur, trúði upp á uppreisnina og var nógv virdur millum trúgvandi kristin, tekur soleiðis saman um granskingina: “the evidence for the non-johannine origin of the pericope of the adulteress is overwhelming”. Hvørji eru so prógvini, sum hava sannført hann og flest allar granskarar um, at søgan ikki hoyrir heima í upprunaliga bíbilska tekstinum? Eg skal her eftir førimuni royna at lýsa nakrar av próvgrundunum.

 

Søgan hoyrir ikki heima í bíbliuni

Søgan er ikki í teimum elstu og bestu handritunum. New English Bible skrivar, at: “it can be seen that practically all of the earliest and best mss (t.e. handrit) extant omit the pericope; it is found only in mss of secondary importance”. Í teimum elstu varðveittu griksku handritunum av Jóhannesevangeliinum frá 3. øld e.Kr., er søgan sostatt ikki í tekstinum – og eingin viðmerking er til tað. Hetta er í sjálvum sær eitt sannførandi prógv fyri, at søgan ikki hoyrir heima í bíbliuni. Fleiri onnur prógv stuðla hesi niðurstøðuni. Í nøkrum seinni latínskum handritum, harav tað elsta er frá 5. øld e.Kr., er søgan sett inn í Jóhannesevangeliið, men tað er ikki fyrr enn frá 10. øld e.Kr., at teksturin er at finna í standard grikskum handritum. Í onkrum handriti stendur søgan aftan á Jóhannes 7:36, í onkrum aftan á Jóhannes 21:25 og í onkrum handriti aftan á Jóhannes 8:12. Í einum handriti er hon í Lukasevangeliinum - aftan á 21:38. Í teimum flestu yngru handritunum (uml. 900) stendur søgan aftan á Jóhannes 7:52, har hon eisini stendur í teimum flestu nýmótans bíblium. Tað kann valla vera onnur orsøk til hetta óskilið enn, at søgan hevur ein ivasaman uppruna. Tey, sum avritaðu tekstin frá 5. øld e.Kr. og settu eina stjørnu ella obeli við søguna, vistu tað væl. Teoriirnar um, hvussu søgan er komin í bíbliuna eru fleiri, men lítil ivi tykist vera um, at hon er sett inn seinni.

 

Arnstein Niclasen er kortini ikki sannførdur. Hann vil við tilsiping til prestaparið Anna Sophie og Paul Seidelin vera við, at søgan kann vera horvin úr eldri handritum, og síðani komin inn aftur í tekstin øldir seinni – í 4. øld e.Kr., tá hon fyri fyrstu ferð er vitnað (av Dydimus) at hava staðið í “ávísum evangelium”. Eg eri ikki heilt sannførdur og tað eru flest allir bíbliugranskarar heldur ikki. Tað er heldur ikki tað, sum danska prestaparið heldur upp á í brotinum, sum Arnstein Niclasen endurgevur!? Hetta tykist vera eitt uppáhald hjá Arnstein Niclasen.

 

Ein konspiratiónsteori

Tað finst einki prógv fyri hesi (eisini rættiliga ósannlíku) hypotesuni hjá Arnstein Niclasen. Tvørturímóti kunnu nógvar grundgevingar setast ímóti hypotesuni.

 

Ein grundgeving er, at tey fyrstu kristnu mest sannlíkt skrivaðu sínar tekstir á skriftsrullur og ikki í handrit (t.e. bløð, sum vóru heft og kundu blíva burtur), eins og tey seinni fóru at gera. Hetta er ein av nógvum grundum til, at flest allir granskarar eru samdir um, at endin á Markusevangeliinum (16:9-20), sum heldur ikki er í teimum elstu varðveittu handritunum, er lagdur aftur at seinni – og ikki bara tann seinasta síðan mist burtur í eldri handritunum. Hóast tað ikki er óhugsandi, at einstøk bløð í ymiskum handritum hvørva, so er tað ósannlíkt, at tað sama blaðið nærum samstundis er blivið burtur í stórt sæð øllum handritum, sum hypotesan hjá Arnstein Niclasen tykist leggja upp til. Fleiri dømi eru um tað fyrra, men tað ber illa til at ímynda sær tað seinna. Tað tykist hinvegin útihýst, at ein ávís søga (og einki annað), sum skuldi havt staðið inni í einum teksti, verður burtur í stórt sæð øllum handritum og rullum. Tá átti eisini okkurt annað at mangla – uttan so, at fleiri avritarar við vilja hava lúkað ávís brot úr tekstunum.

 

Granskarar vita, at avritarar ofta - og á ymskan hátt - broyttu bíbilsku tekstirnar av gudfrøðiligun grundum, men eingin hevur megnað at givið eina sannførandi frágreiðing um, hví nakar hevur viljað sloppið av við ta vøkru søguna um horkvinnuna. Tann latínski kirkjufaðurin Augustin (356-430 e.Kr.), sum fyrst í 5. øld e.Kr. visti, at søgan um horkvinnuna ikki stóð í øllum handritunum, “gekk út frá”, at persónar við lítlari trúgv, sum hildu, at Jesus í søguni fyrigav hor, høvdu lúkað hana úr tekstunum. Men hetta er altso bara nakað, sum Augustin “gekk út frá”. Hartil kemur, at granskarar ikki kenna nakað (annað) dømi um, at nógv hevur verið lúkað úr tekstunum av moralskum grundum. Tað hevði eisini kravt semju og neyvt samstarv millum eina røð av kristnum tekstfalsarum at lúka eina so drúgva søgu úr tekstunum eftir so stuttari tíð. Ella sum enski gudfrøðingurin Samuel P. Tregelles, sum í nógv ár hoyrdi til The Plymouth Brethren (í Føroyum brøðrasamkomuna), skrivaði í eini bók frá 1854: “The ancient translators in general could not have agreed, in so many countries, to pass by so considerable a portion of this Gospel, if they knew it, or had it in their Greek copies”. Er hinvegin nakað í hesi heldur ósannlíku konspiratiónsteoriina, so kunnu vit bara ímynda okkum, hvat avritarar annars eru slopnir væl frá at lúka úr tekstunum. Tað finst bara ikki eitt einasta prógv fyri, at søgan um horkvinnuna upprunaliga hevur staðið í bíbliuni.

 

Hartil kemur, at søgan um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi, illa passar inn í Jóhannesevangeliið. Tað sæst m.a. við at lesa tekstin áðrenn og aftan á hesa søguna, t.e. loypa um søguna um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi. So sæst, at ørindi 12 í kapittul 8 hjá Jóhannes tykist vera eitt framhald av tí, sum stendur áðrenn ørindi 53 í kapittul 7 hjá Jóhannes. Tað er ikki neyðugt at vera serfrøðingur í bíbliuni fyri at leggja merki til tað. Granskarar eru eisini komnir eftir, at stílur og orðaval als ikki samsvarar við restina av Jóhannesevangeliinum.

 

Teir elstu griksku kirkjufedrarnir, m.a. Tertullian (155-230) og Cyprianus (200-258) kendu einki til søguna, meðan Origin (185-254) og Chrysostom (347-407) í sínum viðmerkingum til bíbilsku tekstirnar beinleiðis vísa, at teir ikki vistu av, at hon var til. Tað ber sostatt illa til at ímynda sær, at søgan hevur staðið í teimum elstu griksku tekstunum. Søgan finst eisini í so nógvum og ymiskum útgávum í teimum varðveittu tekstunum, at hon týðiliga er merkt av munnligari siðvenju.

 

Einstøk orð eru horvin og onnur skift út (við vilja ella av misgávum) í einum ótali av varðveittum handritunum, tá tey vórðu avritaði (tað eru óteljandi dømi um tað), men tað granskarar vita um eru tekstir, sum ikki finnast í teimum elstu og bestu handritinum, lagdir aftur at av seinni avritarum. M.a. endin á Markusevangeliinum, Comma Johanneum (t.e. ein falsan av fyrra Jóhannesbrævi 5:7-8 frá umleið 380 e.Kr, sum skuldi rættvísgera tríeindarlæruna) og helst eisini kvinnuniðrandi ørindi hjá Paulusi í fyrra Korintbrævi (14:34-35), sum ikki altíð standa á sama stað. Tað er mest sannlíkt hent soleiðis, at onkur avritari hevur skrivað ein tekst í marguna á einum handriti, sum seinni avritarar hava hildið hoyra til bíbilska tekstin og síðani skrivað inn í høvuðstekstin – ofta á ymiskum støðum eins og við søguni hjá Jóhannes um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi.

 

Prógvini eru so mikið sannførandi, at enntá áðurnevndi enski gudfrøðingurin Samuel P. Tregelles (1813-1875), sum í nógv ár hoyrdi til The Plymouth Brethren (brøðrasamkomuna) longu í 1854 kendi seg noyddan: “to conclude, that twelve whole verses ... are no part of Holy Scripture”. Tað sigur ikki so lítið um prógvini.

 

Borin og broytt á mannamunni

Tað tykist lítil ivi vera um, at tann vakra søgan hjá Jóhannes um horkvinnuna ikki hoyrir heima í bíbliuni. Annar spurningur er, um søgan kann hava livað á mannamunni uttan fyri heilagu skriftirnar, sum tær rættiliga ymisku útgávurnar av søguni í seinni handritum kundu bent á, og at hon soleiðis kann førast aftur til Jesus (sum er tað einasta, prestaparið hjá Arnstein Niclasen vil vera við í tí endurgivna brotinum). Men heldur ikki tað eru allir granskarar sannførdir um.

 

Sambært Eusebius (263-339 e.Kr.) skuldi Papias (í 2. øld e.Kr.) havt nevnt eina søgu um “eina kvinnu, sum kom fyri Harran, skuldsett fyri nógvar syndir,”. Søgan skuldi havt staðið í evangeliinum til hebreararnar (uml. 80-150 e.Kr), sum er burturmist. Tað ber bara ikki til at siga, at søgan hjá Papias er tann sama søgan, sum seinni kom at standa í Jóhannesevangeliinum. Hartil kemur, at longu í fornøldini var evangeliið til hebreararnar, sum ikki fekk innivist í bíbliuni, hildið at vera óálítandi. Søgan í Jóhannesevangeliinum kann kortini væl hava røtur í eini samanrenning av hesi og eini sýriskari søgu um “hana, sum hevði synda”, sum er varðveitt í Didaskalia frá 3. øld e.Kr. (har eingin ávísing er til, hvar hon skuldi havt staðið), sum amerikanski professarin Bart D. Ehrman hevur grundgivið fyri. Tað er m.a. áhugavert, at søgan frá 3. øld e.Kr. endar við, at Jesus sigur við “hana, sum hevði synda”, “Far avstað, eg dómfelli teg ikki heldur!”, meðan søgan um “horkvinnuna”, sum er varðveitt í seinni handritum av Jóhannesevangeliinum er nakað øðrvísi, m.a. endin “Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur!”.

 

Søguliga trúvirðið í søguni í Jóhannesevangeliinum kann sostatt tykjast ivasamt. Hartil kemur, at boðskapurin í teimum elstu varðveittu útgávunum av søguni er, at allur dómur er skeivur, meðan hann í bíbliuni er lagaður til at snúgva seg um mótstøðu Jóhannesar móti hykli. Hesir trupulleikarnir við bíbilsku søguni hava havt við sær, at enntá ein evangelisk-kristin professari í USA, Daniel B. Wallace, heldur, at: “the pericope adulterae is most likely not even historically true. It was probably a story conflated from two different accounts. Thus, the excuse that one can proclaim it because the story really happened is apparently not valid”. Kann hendan søgan hinvegin munnliga førast aftur til Jesus, so hava tey, sum halda, at bíblian er fullkomin og at kristindómurin einans skal grundast á bíbliuna, ein ikki so lítlan trupulleika. Tí so hava vit ymiskar útgávur av ektaðum orðum hjá Jesusi (Gudi), sum ikki tykjast hoyra heima í bíbliuni. Tað er helst eisini ein grund til, at enntá evangelisk-kristnir granskarar halda, at frásøgnin heldur ikki er søgulig.

 

Teir vilja loysa teir nógvu trupulleikarnar við at fáa søguna úr bíbliuni.

 

Trúgv og vísindi

Arnstein Niclasen kann trúgva tí hann vil, men hann kann illa halda uppá, at nevnda søga um horkvinnuna í Jóhannesevangeliinum upprunaliga hevur staðið í bíbliuni, uttan at hann harvið grundar niðurstøðu sína á trúgv. Trúgv kann sum kunnugt flyta fjøll, men tað kunnu vísindini ikki. Áðurnevndi Daniel B. Wallace skrivar soleiðis um endan á Markusevangeliinum og søguna um horkvinnuna: “in terms of popularity between these two texts, John 8 is the overwhelming favorite, yet its external credentials are significantly worse than Mark 16’s. The same preacher who declares the Markan passage to be inauthentic extols the virtues of John 8. This inconsistency is appalling. Something is amiss in our theological seminaries when one’s feelings are allowed to be the arbiter of textual problems. … In retrospect, keeping these two pericopae in our Bibles rather than relegating them to the footnotes seems to have been a bomb just waiting to explode”. Tey vísindaligu prógvini tykjast ikki at vera til at koma uttanum, og tey eru heldur ikki til at taka feil av: Søgan um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi, er nærum við vissu løgd aftur at Jóhannes nógv seinni.

 

Hvat er tað so fyri ein mynd, sum tílík ískoyti geva av upprunasøgu bíbliunar? Spurningurin er, um tað yvirhøvur gevur meining at tosa um upprunahandrit. Tann spurningin skal eg koma nærri inn á í seinna parti av hesi viðmerkingini.

 

Ps. Arnstein Niclasen hevur hug at rættleiða meg, tí eg segði, at vit ikki vita um Jesus dugdi at skriva, við at vísa til Lukas 4:16-19. Eg havi hug at verja meg við at vísa til amerikanska gudfrøðiprofessaran Bruce Chilton, sum í bókini “Rabbi Jesus” grundgevur fyri, at Jesus hoyrdi til “the oral traditions of Galilee” og at “Jesus´”citation” (í Lukas 4:18) is no citation at all, but a free paraphrase of the biblical book, diffrent from any ancient version”. At so er sæst týðiliga við at bera saman tað, sum Jesus hjá Lukas endurgevur úr Jesaja 11:2 við Jesaja 11:2. Har er einki prógv fyri, at Jesus dugdi at lesa. Heldur tvørturímóti. Og mær kunnugt einastu ferð Jesus skrivar er í søguni um horkvinnuna, sum altso ikki hoyrir heima í bíbliuni.