Bíblia fyri ung ella fyri reyðsokkar?

Javnstøðunevndin fílist á, at úteftir mynda bara menn verkætlanina við at gera eitt nýggja testamenti fyri ung. Hetta varð gjørt til heilt stóra útvarpsleikin í Álvaratos fríggjadagin 8. apríl, har úrvaldu luttakararnir luftaðu egnar fordómar

Erla Berghamar
-------------


Í útvarpssendingini “Álvaratos” hjá Kringvarpinum næstseinasta fríggjadag var eitt brot, sum skuldi viðgera mótmælið hjá Javnstøðunevndini um, at bara menn sita í eini nevnd, sum er farin undir at fáa part av bíbliuni út á gerandismáli.

Sendingin átti kanska heldur at itið “Komið og spillið samkomurnar út”. Hóast heitið so var lítið álvaratos millum hesi vælvitandi fólkini. Í staðin varð luftað ein mongd av fordómum ímóti tí als ikki so lítla parti av Føroya fólki, sum hoyrir til fríkirkjur.

Havi altíð verið fríkirkjufólk, og orsakað av m.a. flyting havi eg gjøgnum tíðirnar regluliga gingið í fleiri av samkomunum tilsamans. Harumframt vitji eg aðrar fríkirkjur av og á. Men má siga sum er: Ongantíð veit eg meg hava møtt hvørki Jógvani Ósá, Hera Jacobsen ella Elini Michelsen í nakrari teirra.


Kenna tað ikki aftur

Er tað ikki løgið? Tí tey trý vistu alt um samkomurnar, sum tað ljóðaði. Trupulleikin var bara, at vit, sum hoyra til fríkirkjurnar, høvdu ilt við at kenna tað mesta, ið sipað varð til, aftur frá samkomunum í dag. Har eru ongar kvinnur, sum hava ábyrgd, hoyrdu vit. “Tær eksistera ikki inni í samkomunum!”, visti Elin Michelsen at siga. Lítið vita tey –.

Altso var hetta innslagið í sendingini “Álvaratos” 8. apríl so bara eitt kærkomið høvi hjá hesum úrvaldu fólkum til at lufta sínar snævurskygdu fordómar móti fríkirkjum? Hetta sigur kanska frá dygdini í viðmerkingunum til øll onnur mál í sendingum av hesum slagnum.

Verturin fekk ikki hildið sær, men mátti lufta sína meining um Bíbliuna sum “ein tekst, sum einki sum helst prógv er fyri ella grundarlag er fyri at vita, um hann yvirhøvur er rættur frá fyrstu tíð av ...”

Og at stórur partur av orðaskriftinum um hetta málið so gjørdist til, hvussu neyðugt er at umskriva Bíbliuna fyri at fáa hana at hóska til nútíðar rákið og javnstøðuoyru, vísir bara, hvussu óseriøst alt var.


Fyri børn og fyri ung

Bæði føroyska málið og bíbliumál verða so mangan ákærd fyri at vera tung. So eg haldi tað vera eina sera spennandi verkætlan at geva Nýggja Testamenti út á lætt fatiligum føroyskum.

Kundi væl hugsað mær at sloppið at verið við til at rættlisið. Og hvør sigur, at rættlestur bara er at rætta ð og komma? Havi sum rættlesari altíð hildið uppgávuna vera minst líka nógv at royna at gera málburðin betri og lættari. (At verturin Jákup Magnussen niðurlátandi nevndi tað “fantastiskan status” at vera rættlesara, og Elin Michelsen gav honum so inniliga rætt – vell tað má standa fyri teirra rokning.)

Tað frøir meg at síggja, at fólk úr fleiri ymsum samkomum standa saman um hesa verkætlan. Eg skilji, at hetta verður ikki ein bíbliutýðing sum so, men heldur ein endursøgn. Og hví ikki?

Vit hava nógvar týddar sokallaðar barnabíbliur við søgum úr bæði Gamla og Nýggja Testamenti. Tær eru heldur ikki bíbliutýðingar, men frásagnir, sum hóska til barnaoyru.

Hvat er meðni so øgiliga galið við at fáa eina “bíbliusøgu” um Nýggja Testamenti, sum er lættlesilig fyri tey, ið eru eitt sindur eldri enn børnini?


Lætt men ikki óvirðiligt

Sjálvandi skal bíbliutekstur vera virðiligur. Men havi hvørki sæð ella hoyrt, at ætlanin við nýggju útgávuni er annað enn tað. Heldur er tað lívliga hugflogið hjá viðmerkjarum, sum er farið aðrar leiðir, so teir eru komnir við sínum minni virðiligu uppskotum til, hvussu bíbliuteksturin møguliga fer at ljóða (har annaðhvørt orð er innlænt enskt slangorð). Altso aftur fordómar? Meir skal eftir øllum at døma ikki til, so verður flugan til ein fíl.

Heri Jacobsen hevur annars púra rætt í, at vit kundu lagt so nógv meira í at tosað gott føroyskt mál og at lært børn okkara tað. Gleðiligt at hoyra ein lærara, sum brennur fyri móðurmálinum, tí millum teirra er tíverri mangan syndarliga statt í føroyskum, enntá eisini millum føroysklærarar.


Føroyingar lesa heldur danskt

Føroyingar eru vælsignaðir við tveimum bíbliutýðingum, og tað er ikki smávegis fyri eitt so lítið mál sum okkara. Men sjálvsagt er føroyska málið broytt hesi mongu árini, okkurt um trífjórðingsøld eftir at bíbliutýðingarnar komu út. Og einki løgið er í, at ungfólk í dag ikki fata so væl bíbliumálið frá fjørutiárunum.

Mær er sagt, at summi – enntá ikki heilt ung fólk – heldur lesa danskar bíbliur enn føroyskar. Hetta haldi eg vera heldur enn ikki skelkandi. Tað er einki sjálvsagt, at vit kunnu skriva og lesa føroyskt í dag, og sera harmiligt er, um føroyingar leggja so lítið í sítt móðurmál.

Hinvegin er altíð gott at kaga í aðrar bíbliutýðingar, og tú kanst síggja kend bíbliuvers í nýggjum ljósi, tá ið tú lesur tey øðrvísi orðað. Ikki minst við at lesa hesar nýggju einføldu umsetingarnar, sum eru gjørdar á øðrum málum, t.d. “Bibelen på hverdagsdansk”.

Fari at enda at ynskja hesum skilamonnunum, sum hava ábyrgdina, góða eydnu við verkætlanini. Vóni – og vænti – at nýggja bíbliuútgávan verður nógv betur móttikin, enn hesar fyrstu reaksjónirnar boða frá.