Býarbókasavnið í Havn á 2. hædd ? uttan lyftu

Miriam Hinz

Fór mær nú ein dagin so hugagóð oman á Býarbókasavnið í Havn at læna mær nakrar bøkur. Men av tí, at eg hevði barnavogn við mær, mátti eg sanna, at tað als ikki er so einfalt at vitja bókasavnið við barnavogni. Um eg hevði verið ómetaliga vøddamikil - t.d. verið lík einari amazonu (sterkar suðuramerikanskar kvinnur - hevði eg kanska klárað at lyft barnavognin upp á 2. hædd. Men eg eri bara ein heilt vanlig mamma, so har var eingin møgu-leiki at koma upp á bókasavnið, um eg ikki tók lítla upp úr vogninum. Tað hevði eg tó ikki so góðan hug til, tí hann var júst sovnaður. Tískil blivu ongar bøkur læntar tann dagin. Men nú býráðsval í honum, fari eg at nýta høvið til at heita á valevnini um eisini at lova (og geva) veljarunum eina lyftu til Býarbókasavnið. Hetta hevði bøtt munandi um møguleikarnar hjá barnafamiljum - og hjá rørslutarnaðum - at brúkt bókasavnið.