Danskt badminton hevur verið eitt vónbrot í OL í Rio, men tó eru tað nøkur, sum hava gjørt seg galdandi. Ein teirra er heimsins nummar fýra, Viktor Axelsen, sum í dag megnaði at vinna bronsudystin ímóti kinesiska Lin Dan.
Tað eru ikki bara avrikini á vøllinum, sum 22 ára gamli drongurin úr Odense hevur hugtikið fjøldina við. Í gjár, eftir at hann tapti hálvfinaluna ímóti kinesiska Chen Long, stillaði hann sum vera man upp til samrøður, har av tann eina var á kinesiskum.
Viktor Axelsen hevur lisið mandarin-kinesiskt í útivið trý ár. Hann hevur áður sagt, at hetta er fyri at geva sær sjálvum eina avbjóðing, men eisini fyri at lata dyr upp fyri stuðlum og møguligum størvum eftir at hann gevst at spæla.
Undirvísingina í kinesiskum fær hann frá einum skúla í Beijing umvegis Skype, umframt at hann nakrar tímar um vikuna eisini fær privata undirvísing frá einum kinesiskum lærara í Keypmannahavn.
Í sjónbandinum omanfyri ber til at hoyra samrøðuna á kinesiskum, sum sjónvarpsstøðin CCTV hevði við Viktor Axelsen eftir tapið ímóti Chen Long í hálvfinaluni í gjár.










