Á middegi í dag bleiv ein samstarvsavtala skrivað millum Føroyar og Ísland á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum.
Avtalan ber í sær, at Ísland og Føroyar skulu samstarva innan eitt nú orkumál, ferðavinnu og kreativar vinnur.
Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, fegnast um samstarvsavtaluna millum londini.
- Eg ivist ikki í, at henda avtalan fer at føra við sær menning av nýggjum vinnum og fer at geva ein búskaparligan vøkstur sum frá líður, sigur Jóhan Dahl.
Í tíðindasendingini á middegi á Rás2 greiddi Jóhan Dahl millum annað frá, hvat Føroyar ítøkiliga fáa burtur úr samstarvsavtaluni við Ísland. Hoyr samrøðuna niðanfyri.










