Vestmanna bygdarráð viðgjørdi á fundi hin 11. desember mál um vetrarfriðing av Fjalshaga.
- Umsitingin hjá kommununi hevur í eina tíð havt samráðingar við umboð fyri Fjalshaga um friðing av parti av vetrarbitinum hjá haganum. Úrslitið av samráðingunum varð viðgjørt á bygdarráðsfundinum hin 11. desember, har bygdarráðið samtykti uppskotið.
Tað sigur Vestmanna kommuna.
Lagt verður aftrat, at málið er ikki endaliga samtykt av eigarunum í Fjalshaga. Hagin skal ætlandi viðgera uppskotið á hagafundi ímillum jól og nýggjár.
- Fundur hevur eisini verið við Neshaga. Avtalað varð, at kommunan ger fullfíggjað uppskot til hagan at leggja fyri hagastevnu komandi vár. Triðji hagin, sum eisini hevur rætt til vetrarbit, er Heygahagi fremra helvt.
Vestmanna kommuna sigur, at arbeiði at hegna seyðin úti verður helst ikki byrjað, fyrr enn allir tríggir sáttmálarnir eru undirskrivaðir.