Avreiðingarnar bert lítið frægari enn í fjør

Nú gjørt er upp fyri fyrstu sjey mánaðirnar í ár, sæst at samantalda nøgdin av avreiðingum er nakað tann sama higartil í ár í mun til í fjør.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Hóast talan er um ein vøkstur á 3%, kann tað undra, at veiðinøgdin ikki roynist frægari samanborið við í fjør, av tí at stórur partur av flotanum var óvirkin stóran part av fyrsta ársfjóðringi í 2011.

Meðan lítil vøkstur er í nøgdini, er samlaða virðið vaksið við 11%. Hetta er tekin um, at fiskaprísirnir yvirhøvur hava roynst nakað betur higartil í ár enn sama tíðarskeið í fjør.

Av teimum týdnigarmestu fiskasløgunum, toski, hýsu og upsa, er tað bara nøgdin av upsa, sum er økt munandi samanborið við í fjør - úr sløkum 19 upp í góð 22.000 tons. Men um samanborið verður við tey góðu upsaárini 2005-10, tá omanfyri 33.000 tons av upsa vórðu avreidd fyrstu sjey mánaðirnar av árinum, so roynist hetta tíðarskeiðið í 2012 einki serligt. Eitt, sum ávirkar upsafiskiskapin, er at fleiri av teimum skipum, sum plaga at royna eftir upsa, seinastu 2 árini hava lagt um til makrelfiskiskap ein part av árinum.

Bæði toska- og hýsunøgdin er minkað. Av hýsu eru minni enn tvey túsund tons komin upp á land higartil í ár. Til samanberingar kann nevnast, at sama tíðarskeið árini 2000-07 vórðu í miðal avreidd út við 11.000 tons av hýsu.

Toskafiskiskapurin undir Føroyum hevur ikki verið nakað serligur seinastu árini. Til samanberingar vórðu fyri øll árini 1996-2004 í miðal avreidd um 18 túsund tons av toski fyrstu sjey mánaðirnar í árinum – sama tíðarskeið í ár eru avreidd um 7.000 tons.

Av flatfiski er tvífalt so nógvur svartkalvi komin upp á land í ár, meðan væl minni av havtasku er avreitt í mun til 2011.