Avlýsa tríggjar túrar í kvøld

- Orsøkin er tekniskt arbeiði

Teistin avlýsir tríggjar teir seinastu túrarnar í dag.

 

Tað stendur á heimasíðuni hjá Strandfaraskip Landsins í kvøld.

 

Seinasti túrur verður úr Skopun kl. 20:40. Túrarnir av Gomlurætt kl. 21:15 og 23:05 verða ikki sigldir, eins og túrurin úr Skopun kl. 22:30 eisini verður avlýstur.

 

Orsøkin er tekniskt arbeiði á brúnni. Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá SSL, sigur, at tað er eitt somikið stórt arbeiði, at tað verður neyðugt at leggja Teistan í kvøld, so arbeiðið kann gerast í kvøld og í nátt.

 

- Um alt gongur sum tað skal, so er Teistin aftur í sigling tíðliga í morgin, sigur Jóan Petur Abrahamsen.