Áðrenn hetta valskeiðið er av í 2026, skal ein avgerð takast um, hvussu ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina skal skipast í framtíðini. Tað hevur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, boðað frá.
Í hesum sambandi hevur nógv verið tosað um undirsjóvartunnil ímillum Sandoynna og Suðuroynna. Men hann liggur - í besta føri - minst 10 ár frammi í tíðini, og vit skulu eisini hava eitt gott ferðasamband hesi árini.
– Varðveita vit ikki eitt gott ferðasamband við Suðuroynna hesa næstu árini, verður kanska einki at gera tunnil til, tí so fer fólkatalið í Suðuroy at minka so nógv, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, við Sosialin, sum er í handlum og kioskum hetta vikuskiftið.
Tí arbeiðir Strandferðslan við fleiri nøkrum møguleikum fyri, hvussu ferðasambandið kann verða røkt hesi næstu árini. Ein møguleiki er at gera broytingar umborð á Smyrli fyri 60 - 70 milliónir, ella kanska meiri enna tað.
Men annar møguleiki er at siglast skal ikki ímillum Suðuroynna og Havnina, men ímillum Suðuroynna og Sand. Hetta er ein loysn, sum hevur verið frammi fleiri ferðir fyrr, men hvørja ferð hava suðuroyingar forkastað hana.
Men tíðir broytast og Strandferðslan hevur eisini nakrar tankar um, hvussu tað kann lata seg gera, og hví tað kanska er eitt gott hugskort
Hetta eru alt møguleikar, sum skulu leggjast fyri politiska myndugleikan, so at nakað er at taka støðu út frá, sigur Niels Juel Arge.
Les meiri í Sosialinum, sum nú er at fáa í handlum og kioskum.