Føroyar og ES
Skulu Føroyar umfatast av limaskapi í ES?
Soleiðis ljóðar ein av spurningunum í spurnarkanningini, sum Fynd júst hevur gjørt.
Úrslitið av svarunum, sum tey spurdu hava givið, er søguligt á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein meiriluti av teimum, sum svara ja ella nei, eru fyri ES-limaskapi.
40% taka undir við, at Føroyar gerast limur í ES, meðan 36,5% siga nei til limaskap.
Havast skal í huga, at út við ein fjórðingur av teimum spurdu vita ikki – ella eru í iva um føroyskan ES-limaskap.
Eingin "útsøla"
Tað er eingin loyna, at ein teirra, sum hevur verið heitur talsmaður fyri einum nærri føroyskum tilknýti til ES – fyri ikki at siga beinleiðis ES-limaskapi - er formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, sum eisini er vinnulívsmaður.
Tá ið okkara fiskimálaráðharri, Bjørn Kalsø, eisini er sambandsmaður, hava vit spurt hann, hvat hann heldur um úrslitið av kanningini, sum Fynd hevur gjørt.
Bjørn leggur dent á, at Sambandsflokkurin onga felags niðurstøðu hevur um møguligan føroyskan ES-limaskap.
- Hetta er eitt ógvuliga viðbrekið mál, serliga við atliti til okkara fiskivinnu, sum er so stórur og avgerandi partur av okkara lívsgrundarlagi.
Bjørn Kalsø heldur, at kanningin hjá Fynd skal takast við varsemi og fyrivarni, tá ið ein so stórur partur av teimum spurdu, eru í iva.
Landsstýrismaðurin er avgjørt ikki fyri, at føroyingar fara at ofra stýringina av fiskivinnupolitikkinum í einum limaskapi við ES.
- Avgerðarrætturin á fiskivinnuøkinum ikki kann sleppast av hondum, leggur hann dent á.
Hann vísir á, at tá ið formaður Sambandsfloksins hevur tosað um nærri tilknýti til ES – og møguligan ES-limaskap - hevur eisini verið víst á, at Føroyar sum tjóð mugu taka fyrivarni fyri fiskivinnupolitikkinum og umsitingini av tilfeinginum í havinum.
Samstarv úteftir
- Sjálvandi eiga Føroyar eins og onnur lond at hava samstarv út í heimin, men samstundis mugu vit á fiskivinnuøkinum hava okkara serstøðu í huga.
Bjørn Kalsø heldur, at føroyingar eiga at hyggja at, hvat okkara grannatjóðir – og tá serliga Ísland og Noregi – gera á hesum øki.
- Eg meini í hvussu er ikki, at tað hevði verið rætt av okkum at givið burtur stýringina á fiskivinnuøkinum, tá ið fiskivinnan hevur so ómetaliga stóran týdning fyri okkara samfelag, leggur landsstýrismaðurin dent á.
Hann ásannar hinvegin, at tað ikki er nøkur gongd leið hjá føroyingum at "lukka okkum úti" frá altjóða samstarvi.
- Men skulu vit hava eitt nærri tilknýti til ES, mugu vit vita púra greitt, hvussu fiskivinnupolitikkurin "figurerar" í øllum hesum spælinum, sum hann tekur til.
Handilsavtalan
Bjørn Kalsø heldur, at tað, sum føroyingum eigur at liggja fremst í huganum, er, at okkara handilsavtala við ES verður so góð, sum yvirhøvur tilber.
- Í Tinganesi verður stórt arbeiði gjørt til tess at betra um okkara atgongd til ES, og í hesum arbeiði verður eisini strembað eftir, at vit fáa í lag eina avtalu, sum líkist fríhandli millum Føroyar og ES.
Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið tosað verður um føroyskan ES-limaskap, er talan um heilt onnur viðurskifti enn bert eina handilsavtalu, tí tá hongur so ógvuliga nógv annað uppi í hesum.
- Eg eri avgjørt ikki fyri, at vit geva avgerðarrættin á fiskivinnuøkinum frá okkum, leggur Bjørn Kalsø enn einaferð dent á.