Avbjóðingin

50 ár við yvirlýsingum um mannarættindi

Eftir Andrew Ladly

Øll tey, sum stríðast fyri mannarættindum, harmast um brotini, ið verða framd ímóti hesum rættindum og eru samd um, at stjórnarmyndugleikarnir í heimsins londum hava stóra ábyrgd at røkja. Tað eru teir, ið skulu forða fyri hesum brotum og draga tey til svars, sum standa fyri teimum. Men hetta er eitt stríð, ið ongantíð endar. Meðan mál verða tikin upp og sakarmál reist í einum stað, taka onnur brot seg upp aðrastaðni. Tí hevur tað stóran týdning at minnast framstigini, ikki bara í teimum einstøku málunum, men eisini í stríðnum at fáa myndugleikar at binda seg til hesar skyldur.

Í ár verða 50 ár liðin, síð-ani Heimsyvirlýsingin um Mannarættindi varð samtykt og lýst á aðalfundi í ST. Yvirlýsingin er eitt tað størsta stigið á leiðini móti mannsømd um allan heim. Ásetingarnar í henni eru ein avbjóðing, sum Amnesty International vil seta í ljós hetta minningarárið. Okkara samvitska eigur framvegis at verða órógvað av teimum framhaldandi brotunum á greinarnar í henni. Vit eiga at tvífalda okkara áheitanir á stjórnirnar og halda fast við, at limaskapurin í ST krevur, at ásetingarnar í yvirlýsingini verða hildnar út í æsir.

Fyri at skilja týdningin, sum yvirlýsingin hevur, er neyðugt at leita aftur í søguna at vita, hvussu hetta skjalið varð til. Meðan tað ikki ber til at siga, at júst tá ella tá byrjaði stríðið fyri mannarættindum í okkara øld, so var samtyktin í ST ein avgerandi varði fyri mannatign í viðurskiftunum millum lond og innanhýsis í teimum einstøku londunum. Yvirlýsingin var eitt svar til teir ræðuleikar, heimurin hevði sæð árini frammanundan, hendingar, sum høvdu skakað samvitskuna hjá allari mannaættini. Dómstólar høvdu verið settir í Nurnberg og Tokyo at viðgera krígsbrotsverk. Tíðindi og myndir bórust um allan heim við prógvum um tann ófatiliga harðskapin. Dómarar, heryvirmenn, ráðharrar, einaferð so sterkir, at eingin kundi røra teir, komu fyri rættin sum krúpandi menn. Nýggj hugtøk máttu gerast fyri at rúma ræðuleikunum: Hópdráp, fólkamorð, krígsbrotsverk, brotsverk móti mannaættini, endaloysn, holocaust. Í einum formæli og 30 stuttum greinum lýsir skjalið »somu og ómissiligu rættindini hjá hvørjum limi mannaættarinnar«. Hesi rættindi liggja í tí íborna virðinum, hvørt einstakt menniskja hevur, og tey kunnu ikki verða tikin burtur við lóggávu ella stjórnarboðum. Í ljómandi orðum lýsir ST mannarættindini

»sum felags mið fyri øll fólk og allar tjóðir við tí endamáli, at hvør einstakur og hvør samfelagsstovnur við hesi yvirlýsing í huga skal stremba fyri við frálæru og uppaling at fremja virðing fyri hesum rættindum og frælsismálum og við framsøknum atgerðum innanlands og millumlanda at tryggja, at tey verða viðurkend og hildin allastaðni á munagóðan hátt, bæði í fólkinum í limalondunum og í fólkinum í teimum londum, sum eru innan løgdømi teirra«.


Soleiðis gjørdist yvirlýsingin partur av felags heimsmentanini og varð staðfest av ríkisstjórnum og heimsfelagsskapinum. Orðið »skal« leggur eina skyldu á hvønn einstakan og á allar partar av samfelagnum. Í 1948 vágaði eingin stjórn at atkvøða ímóti eini yvirlýsing, sum varð hildin at vera ein grundleggjandi partur av sjálvum ST-skjalinum. Tó vóru 7 lond, ið ikki skrivaðu undir: Sovjettsamveldið sínum sameindu, Saudi Arabia og Suðurafrika. Tey lond, sum ikki atkvøddu fyri, brúktu nógv orð til at greiða frá grundum sínum ikki at taka undir, grundir, sum hendingarnar síðani hava gjørt til einkis.

Yvirlýsingin var úrslitið av 18 mánaða longum arbeiði í nevndini fyri mannarættindum. Nevndin hevði fingið arbeiðssetning sín aftan á umrøður í øllum pørtum av Sameindu Tjóð-unum og í teimum flestu stjórnunum í limalondunum. Men hetta kjak hoyrdist so at siga ikki uttan fyri veggirnar hjá teimum, ið ráddu tá, seinast í 40-unum. Sjálvandi strongdu øll samfeløgini á at byggja uppaftur tann krígsherjaða heimin, og tað er einki at ivast í, at vreiðin um kríggj og kúgan var so stór, at uppskotini hjá nevndini høvdu fingið undirtøku bæði í býum og fátækum bygdm allastaðni. At yvirlýsingin ikki varð løgd fram til alment orðaskifti var eingin góð byrjan, skuldi tað eydnast at fáa allan heimin at broyta hugsan og virða mannarættindini í verki. Tað tykist at hava verið so, at stjórnirnar, serliga hjálandastýrini, kappaðust í ST um at stuðla yvirlýsingina, samstundis sum tær vónaðu at fáa frið fyri tí vanliga fólkinum á jarðarteigum og í verksmiðjum, hesi, sum tey næstu tíggjuárini skuldu líða undir brotum á hesa somu yvirlýsing.

Heimsbardagin og fasisman vóru tær søguligu fyritreytirnar, men yvirlýsingin var samstundis ein avbjóðing móti hjálandaveld-um og øðrum ódemokratiskum stýrisskipanum. Formælið greiðir frá teimum hugsjónum, ið seta mannarættindini beint inn í hjartað á øllum samfelagslívi. Virðingin fyri hesum rættindum verður lýst sum »støðið undir frælsi, rættvísi og friði«. Tey »fýra frælsini« hjá Roosevelt (frælsið at siga sína hugsan, trúarfrælsið, frælsið frá ótta og neyð) vórðu søgd at vera »menniskjunnar hægsta mið og mál«. Sjónarmiðið í formælinum, at harðræði heima hjá sær sjálvum og harðræði úti í heiminum eru samantvinnað, varð gjølliga grundgivið.

Sum 20. øld er liðin, hava vit sæð dømi um hetta mynstrið mangastaðni, sum nýliga í Argentina, Iraq, Suðurafrika, Jugoslavia, ið var, og Kongo. Formælið ger greitt, at mannarættindini mugu verjast við lógum, um fólk ikki skal verða noytt til »sum evstu ráð at taka til uppreistur móti harðræði og kúgan«.

Hetta tekur av sonnum skorðarnar undan øllum harðrendum einaræðisstýri. Í greiðum orðum tilskilar yvirlýsingin, at øll menniskju hava »rætt til samfelags- og altjóða skipan, har tey rættindi og frælsi, ið nevnd eru í hesi yvirlýsing, kunnu verða framd út í æsir«. Sostatt áleggur yvirlýsingin teimum ymisku samfeløgunum at fremja tiltøk í politikki, í rættarviðurskiftum, í skúling og mentan, bæði í egnum landi og landanna millum, sum kunnu tryggja hesar ásetingar »úti í æsir«. Hetta vóru ógvuliga umfatandi mál at seta sær, og tað var eitt veruligt ískoyti til ST-sáttmálan sjálvan.

Nú skuldi tað nú standa sína roynd. Yvirlýsingin hevði við sær eina fjøld av átøkum, sum skuldu tryggja mannarættindini í verki. Á alheimsstøði hava teir ymisk ST-stovnarnir ment seg síðani 1948. Aftur at teimum ymisku kunngerðunum og øðrum felags fyriskipanum um mannarættindi (t.d. minstukrøv til løgreglu og fongsling) er nú eitt samanhangandi samstarv skipað og góðkent av flestu stjórnum. Hetta umfatar teir tveir høvuðssáttmálarnar um mannarættindi og fleiri samtyktir, so sum samtyktin móti píning. Arbeiðið við skipanum og reglugerðum mennist. Stovnsetingin av embætinum sum hákommisserur fyri mannarættindi og royndin at skipa ein alheims dómstól í revsimálum eru týðandi dømi.

Men yvirlýsingin fekk eisini týdning, tí hon viðurkendi hugtakið um mannasømd, tað sum nú kallast »tey fíggjarligu, sosialu og mentunarligu rættindini«. Hetta vóru rættindi, sum Sovjettsamveldið og tess sameindu løgdu serligan dent á í orðaskiftinum. Men Roosevelt hevði longu tá talað fyri, at stjórnirnar høvdu skyldu at verja sínar borgarar móti fátækradømi (frælsi frá neyð).

Harumframt var tað viðurkent, at ídnaðarmenningin, við orðunum hjá Henri Lauger, tá ið hann setti nevndina fyri mannarættindum í 1946, »hevur skapað fíggjarligar skipanir, ið leggja ótolandi byrðar á annars fræls fólk«. At enda fekk hugsanin um at fáa fíggjarlig, sosial og mentunarlig rættindi við í yvirlýsingina breiða undirtøku. Hetta var at geva teimum almennu mannarættindum eina nýggja dimensjón. Tey ymisku rættindini eru týðiliga samanbundin, tí tey koma øll frá sama hugtak-inum um javnrætt. Mannsømilig kor kunnu ikki vera har, ið »ótolandi byrðar« liggja á fólki.

Hesi rættindini til vælferð og arbeiði (herundir somu løn fyri sama arbeiði), til frítíð, tryggar lívsumstøður, skúlagongd og mentan hanga saman sum ein skip-an í fleiri liðum, ið tað liggur á stjórnunum og ST at tryggja. Hetta var fyrsta stigið í tí seinna orðaskiftinum um býti av ábyrgd millum tey ríku og tey fátæku londunum. So sum málið um norður/suður-viðurskiftini vísir, stendur hetta orðaskiftið við.

Tær avgerandi ásetingarnar í yvirlýsingini staðfestu fyri fyrstu ferð í einum heimsumfatandi skjali rættindini hjá einstaklingum og bólkum mótvegis stjórnarvaldinum. Men tað setti eisini upp skyldurnar hjá borgarunum mótvegis lógligum myndugleika, herundir virðingin fyri rættindum hjá øðrum. Yvirlýsingin roknaði við, at stjórnir (og borgarar) fóru at gera eftir ásetingunum. Men hvussu kundi ST ella ein einstaklingur vita, um ein stjórn virdi hesar ásetingar »út í æsir«? Í yvirlýsingini var eingin eftirlitsskipan, og hóast avgjørdar orðingar eru í henni, so lá tað til seinni samtyktir og sáttmálar og til stovnarnar undir ST at taka avgerðir um hendan spurning.

Tað hevði við sær, at í øllum førum nakrar stjórnir mettu yvirlýsingina at vera bara vegleiðandi. Hetta sjónarmið kann ikki góðkennast sambært altjóða lóg, tí yvirlýsingin er útgreiningin av hugtakinum um mannarættindi í sjálvum ST-skjalinum, og at halda reglurnar í hesum skjali er tann grundleggjandi skyldan hjá einum landi, sum er limur í ST.

Yvirlýsingin stendur so-statt framvegis sterk sum tann felags varðin fyri mannarættindum, reistur av fólkasløgunum um allan heim. Í sær sjálvum hevur hon ikki gjørt enda á kúging av menniskjum. Men hon er eitt stavnhald, eitt lyfti og ein avbjóðing. Tá ið brot vórðu gjørd, kundu stjórnir nú ikki longur vísa til innanhýsis viðurskifti, sum eingin uttanífrá hevði rætt at leggja seg útí. Yvirlýsingin áleggur tiltøk og leggur ábyrgdina fyri mannarættindunum á øll lið í samfelagnum: Einstaklingar, felagsskapir, stjórnir og altjóða stovnar. Fyri okkum í Amnesty International er avbjóðingin framhaldandi at kunna vera ein livandi partur í tí upplýsandi arbeiðinum og at halda fast um rættin til eina »samfelagsliga, altjóða skipan, har tey rættindi og frælsi, ið nevnd eru í hesi yvirlýsing, kunnu verða framd út í æsir«.



Dr. Andrew Ladley er lektari í jura á universitetinum í Wellington í New Zealandi. Hann hevur arbeitt fyri ST í Kambodia og fyri Bretska Samveldið í Suðurafrika og Gambia. Sum limur í Amnesty í New Zealandi hevur hann verið við í kanningarferðum til Vestursamoa og Bosnia.