Javnaðarflokkurin hevur eina langa siðvenju at sita á Fólkatingið og at arbeiða saman við donskum politikkarum og sjálvandi saman við donsku sosialdemokratunum sum hava sama hugsjónargrundarlag sum vit. Hetta samstarv hevur søguliga sæð givið úrslit soleiðis, at Føroya fólk hevur fingið lut í teimum vælferðarframbrotum sum eru hend í hinum norðanlondum, her hugsið eg um t.d. fólkapensiónina á sinnið, útbúgvingarstuðulin, heimahjálpina o.s.fr.
Javnaðarflokkurin var høvuðsarkitekturin aftanfyri heimastýrislógina, sum hevur verið grundarsteinurin undir tí politisku og samfelagsligu menning, ið er farin fram her á landið, síðan 1948.
Men tíðir broytast, einki stendur í stað. Í hesum valskeiðinum, við Javnaðarflokkinum á odda í Føroya landsstýri, er gjørt ískoyti til heimastýrislógina, tann sokallaða yvirtøkulógin, har avgerðir um framtíðar yvirtøkur verða lætnar upp í hendurnar á Føroya Løgtingi og harvið Føroya fólki og ongum øðrum.
Eftir hesi lóg, hevur henda samgonga, undir skipaðum viðurskiftum, uttan samanbrest við danir, yvirtikið fjølmiðlaábyrgdina, tilbúgvingina, vinnulóggávu og ikki minst fólkakirkjuna. Vit í Javnaðarflokkinum eru nøgd og errin av hesi gongd. Okkara samfelag mennist, vit fáa fyrisitingarførleika og vit fáa høvi at smíða nýggjar lógir, sum hóska til okkara samfelag. Eingin yvi er um, at vit við yvirtøkulógini fara at mennast framyvir og vit fara at útbyggja okkara land og okkara førleika um vit fara fram hóvliga og skilagott.
Tað standa nógvar avbjóðingar fyri framman. Nógvar avbjóðingar har Javnaðarflokkurin á Fólkatingið kann gera mun, um hesin sessur verður nýttur rætt, til at ávirkað og upplýsa tað donsku politisku skipanina til okkara fyrimun. Tá kunnu átrokandi og avgerðandi mál fyri Føroyar og føroyska vælferð loysast. Eg hugsið her um okkara tilgongd at koma við í felagsskapin EFTA, har Ísland, Noreg, Sveits og Lichtenstein eru limir, og okkara møguleika at fáa samstarv við ES felagsskapin umvegis EFTA.
Ein onnur avbjóðing í mun til ES, er okkara roynd at fáa lut í undirvísingar og granskingar samstarvinum í ES. Har eigur eitt arbeiði, at ávirka donsku politisku skipanina, ígjøgnum fólkatingsumboðan, at hjálpa til at fáa loyst hetta sera átrokandi mál. Tað er ein avgerðandi fortreyt fyri menning og framburð her á landi, at vit sleppa at luttaka á jøvnum føti innan hetta útbúgvingar og menningararbeiði, so vit ikki gerast eftirbátar á hesum øki, men ístaðin byggja eitt nútímans alheimsgjørt samfelag, har fólkið og serliga ungdómurin fær virkað í alheimsgerðini, og á tann hátt tryggja vit støðuga menning, bæði mentunarliga og vinnuliga, so at Føroyar framhaldandi eins og nú, verða eitt gott valferðarsamfelag at vaksa upp í, at virka í, og at eldast í.
Vel tí Javnaðarflokkin á Fólkating.