Tað er serliga í útsynningspartinum og í miðøkinum, at hitin er ógvusligur. Ávaringar eru um hita upp ímóti 43 stigum í eitt nú Sevilla (mynd), Cordoba og Badajoz har suðuri í landinum.

Ávaringar um hitabylgju í Spania

Í dag hevur hitin í nøkrum býum í Spania ligið upp ímóti 43 stigum.

 

Tað er serliga í útsynningspartinum og í miðøkinum, at hitin er ógvusligur. Ávaringar eru um hita upp ímóti 43 stigum í eitt nú Sevilla (mynd), Cordoba og Badajoz har suðuri í landinum.

Spanskir myndugleikar koma nú við ávaringum um ógvusligan hita teir næstu dagarnar.

 

Í dag nærkaðist hitin í nøkrum sponskum býum teimum 43 stigunum.

 

The Guardian veit at siga, at sponsku myndugleikarnir heita á fólk um at halda seg innandura heitastu tíðina á degnum.

 

Heitt verður eisini á fólk um at drekka ríkiligar nøgdir av vatni og ikki at drekka alkohol.

 

Tað er heit luft úr Norðurafrika, sum er orsøkin til hitabylgjuna, og tað er serliga í útsynningspartinum av Spania og í miðøkinum, at hitin er ógvusligur.

 

Væntandi er, at hitabylgjan, sum er yvir pørtum av Spania, í øllum førum verður til mikudagin í hesi vikuni.

 

Ávaringar eru um hita upp ímóti 43 stigum í eitt nú Sevilla, Cordoba og Badajoz, og í høvuðsstaðnum Madrid kunnu hitastigini koma upp í 38 stig.

 

 

 

 

 

Tað er serliga í útsynningspartinum og í miðøkinum, at hitin er ógvusligur. Ávaringar eru um hita upp ímóti 43 stigum í eitt nú Sevilla (mynd), Cordoba og Badajoz har suðuri í landinum.