Ávara um nógvan kulda í Oslo um vikuskiftið

Kuldin í norska høvuðsstaðnum kann koma heilt niður í minus 19 stig um vikuskiftið. Tí heitir løgreglan á fólk, sum ætla sær í býin, um at hava hetta í huganum.

Nú vikuskiftið stundar til, ávarar løgreglan í Oslo fólk, sum ætla sær í býin, um nógva kuldan, sum er væntandi um vikuskiftið.

 

- Hugsið um kuldan - tit, sum fara í býin, tí tað kann gerast rættiliga kalt, eru boðini hjá løgregluni í Oslo á Facebook seinnapartin í dag.

 

Løgreglan mælir fólki, sum ætlar sær út, til at verða í góðum og heitum klæðum - serliga um ætlanin er at drekka sær eina kenning.

 

Mælt verður eisini til, at vinir ikki lata vinir vera einsamallar eftir úti í kuldanum.

 

- Kuldin í norska høvuðsstaðnum kann koma heilt niður í 19 stig um vikuskiftið, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.