Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av vistfrøðiligari remulátu, sum eisini hevur verið at fáa í Føroyum.
Talan er ”Skovsgaarde Økologisk Remoulade” í tubum við 230 grammum í. Hon heldur sær til í minsta lagi 7. juli, 14. juli og 21. juli. Talan er eisini um pakkar við 200 grammum í, og sum halda sær til í minsta lagi 25. juli.
Orsøkin til at ávarað verður ímóti hesari remulátuni, og at hon verður afturkallað, er, at hon gerar. Sostatt er hon ikki hóskandi mannaføði, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Tey, sum hava keypt hesa remulátuna, kunnu lata hana aftur í handilin, haðani hon er keypt, ellatey kunnu tveita hana burtur.