Av Sandsvatni á Mývatn

Tad eru skjott 125 ár síðani føroya fyrsti umhvørvisaktivistur Sverri Patursson í Kirkjubø bað fólk um at ansa eftir smáfugli og heiðafugli. Í øllum rokinum um gongd í haga ídag hoyrir tú sera lítið ítøkiligt um at verja fuglaøkir, okkurt hissini um at kommunur skulu gera kanningar, tað boðar ikki frá góðum.

 

Sannleikin er tíðanverri hann, at okkara náttúra og fuglameingi eiga fá góð. Burtursæð frá røðunum á Grækarismessuhaldinum, sum Sverri Patursson tók stig til, hoyrist lítið um vernd av okkara fuglum og náttúru yvirhøvur.

 

Enn meira er tí at fegnast yvir, at vit eiga ein ornitolog á heimsstøði nevniliga Silas Olofsson og hansara stóra og ótroyttiliga arbeiði at kunna og dokumentara fuglasløg okkara og tey sum vitja her er nógv vert.

 

##med2##

 

Vakra Sandvoyggin við sínum vøtnum og løkjum hevur eitt ríkt fuglalív. Á hvørjum vetri eru ofta nógv antarsløg har suðuri, nevnast kann vakra Ennigula ontin. Hesa mynd tók Silas í farnu viku Í Trøðum har hann taldi 173 ennigular hesa løtuna.

 

Tá tað fer at vára fer meginpartin av ontunum a Sandi til Íslands og einahelst til ótruliga Mývatn, eitt tað størsta fuglareservatid i Europa við kanska 200.000 enigulum ontum umframt nógv onnur fuglasløg.

 

##med3##

 

Fyri tey sum hava alsk og hug til fuglin og at uppliva Mývatn ber sera væl til at nýta Nørrønu tá hon er í vetrarsigling til Islands. Tað tekur áleið 3 timar við bili frá Seyðdisfirði til Mývatn. Vegurin er fínur og við Mývatn eru fleiri góð hotel

 

Tað er mín vón at burturur øllum tosinum um gongd í haga at vit fáa nøkur verulig fuglareservat sum verja fuglin. Ein stór uppgáva hjá Føroya Fuglafrøðifelag og FNU og okkum øllum sum hava alsk til okkara náttúru.

 

Johan Mortensen

 

##med4##